NSÍ?ÍF 0?3 (0?1)
Tá fuglfirðingar klokkan 16 seinnapartin leygardagin fóru á vøllin í Runavík, vistu teir, at um teir megnaðu at fáa øll stigini við til hús, so fóru teir at styrkja um sína støðu í uppflytingarstríðnum. Javnleikurin hjá TB í Lerivík var greiður undan dystarbyrjan í Runavík.
Fuglfirðingar høvdu bóltin meiri í fyrra umfarinum, men teir høvdu ikki nógvar upplagdar møguleikar. Teir komu á odda, tá hálvur tími var farin. Liðformaðurin Torstein Joensen, sum í 1. hálvleiki var á miðvøllinum, vann fríspark mitt á NSÍ hálvuni í høgru, ein annar miðvallari, Eyðálvur R. Petersen sendi í brotsteigin, har miðverjin, Viggo Johannesen, fekk loyvi at stýra bóltinum í málið.
Beint aftaná hevði NSÍ fríspark í høgru, men Erling Joensen, sum heldur frí frá langfarasiglingini og hevur vart ÍF málið síðani summarsteðgin, refleksbjargaði stútaranum frá Dann Knudsen við handara stólpan.
Fyrstu tíggju minuttirnar av 2. hálvleiki trýsti NSÍ fyri at javna. ÍF setti tveir ungar menn, Eyðun Ryggshamar og Høgna Zachariassen, inn á miðvøllin, og Torstein Joensen fór aftur á vongverjan í høgru. Tað hjálpti hjá ÍF, men í álopinum frammanundan, at ÍF økti, var NSÍ tætt við at javna. Álop, sum byrjaði í vinstru hjá U?18 landsliðsspælaranum, Áka L. Hansen, endaði í vinstra borði, har Johnny Skibenæs lyfti innfyri. Bólturin fór omanfyri Erling Joensen, rakti í handara stólpan, og ein verjuspælari var fyrstur á, tá bólturin kom út frá aftur.
Í næsta álopinum økti ÍF. Høgni Zachariassen lyfti fram ímillum, Ólavur Højgaard í NSÍ málinum kendi seg noyddan at leypa út, men miðframherjin hjá ÍF, Høgni á Lakjuni, var fyrstur á. ÍF spælarin, sum undan summarsteðginum var á 2. deildarliðnum hjá NSÍ, lyfti upp um málverjan, og bólturin stiklaði akkurát inn um strikuna, áðrenn verjuspælarin náddi at sparka burtur.
Tá vóru 55 minuttir farnir, og so hevði ÍF fleiri møguleikar. Eitt nú kom Hergeir Eldevig, sum var sera raskur í høgru, púra leysur, men hann sendi omanfyri málið. Vongverjin í vinstru, Mortan Thomsen, staðfesti sigurin eitt stórt korter undan leikloki. Hann var púra leysur á brotssparksplettinum og hevði góðar stundir at stúta innleggið úr høgru upp um málverjan og inn í síðunetið.
NSÍ var skert av leikbannum í 1. deild. Bergur Djurhuus var eyðsýndur á miðvøllinum, men í 2. hálvleiki var tað týðuligt, at fleiri av viðspælarunum ikki vóru í nóg góðari venjingarstøðu.
NSÍ?ÍF 0?3 (0?1)
0?1: Viggo Johannesen 30.
0?2: Høgni á Lakjuni 55.
0?3: Mortan Thomsen 73.