Hóast pláss er fyri 48 lesandi á Føroya Læraraskúla, so høvdu einans 44 latið inn umsóknarblað, tá freistin var úti í gjár kl 15. Av hesi orsøk er freistin longd til 1. juli
Til pedagogútbúgvingina var øðrvísi, tí har hava 65 søkt um at sleppa á tey 48 plássini.
Í fjør søktu 90 fólk inn á læraraskúlan og 50 inn á pedagogútbúgvingina.
- Tað er ein kapping um ungdómin, bæði í Føroyum og uttanlands. Vit hava einki arbeiðsloysi, og tey ungu tjena nógvar pengar á arbeiðsmarknaðinum, sigur Jóannes Hansen, rektari á Føroya Læraraskúla.