Færri taka meira

Tey 15 gullmerkini eru næst besta úrslitið, sum Føroyar nakran tíð hava fingið á oyggjaleiknum. Men býtið av heiðursmerkjum stafðesti, at tað eru færri greinar, sum draga heiðursmerkini heim. Og einasta loysnin upp á hetta tykist vera, at ítróttur í breiðari merking má fáa betri umstøður at virka undir

Lerwick: Tað hevur verið sagt aftur og aftur. Uttan nóg góðar umstøður at venja og kappast, so dragna føroysku ítróttarfólkini í mun til teirra, sum kappast verður við.
Hetta varð aftur staðfest í Hetlandi, har fleiri av teimum greinum, har vit vanliga standa sterk, als ikki megnaðu at liva upp til vónirnar.

Fimleikur og bogaskjóting
15 gullmerki er flott. Eingin ivi um tað. Men konsentratiónin av heiðursmerkjum innan ávísar ítróttargreinar, staðfestir, at verður ikki okkurt munagott gjørt, so verða Føroyar av álvara eftirbátar um heilt stutta tíð.
Ikki færri enn seks gull vórðu hesa ferð skotin heim í bogaskjóting, og tað staðfestir, at hetta er ein ítrótt, har vit framvegis hava eina oddastøðu. Ikki minst mundi tað eisini vera hugagott at staðfesta, at talan nú eisini er um ungar skjúttar, sum gera seg galdandi. Hinvegin er stóra talið av heiðursmerkjum her eisini ein avleiðing av, at kappingin er víðkað, soleiðis at møguliga talið av heiðursmerkjum er tvífaldað í mun til tað, sum var galdandi fyri bara fýra árum síðani.
Og tað tykist longu nú vera ein staðfesting, at skulu vit hava sama tal av heiðursmerkjum á Rhodos, so mugu aðrar ítróttargreinar traðka til. Fimleikurin hevur hesaferð - eins og á Man fyri fýra árum síðani - tikið sítt stóra tak í heiðursmerkjasavnanini. Tað fáa fimleikararnir ikki loyvi til um tvey ár, tá fimleikurin er tikin av skránni, og spurningurin er eisini, hvørt okkara fimleikarar høvdu megnað tað kortini. Tí síðani gullregnið á Man hava hini londini gjørt risa framstig í fimleikinum. Fyrst og fremst, tí venjingarumstøðurnar eru til staðar hjá hesum.

Fleiri dragna
Tað merkir, at bara fýra gullmerki vórðu vunnin í øðrum ítróttargreinum. Fót- og flogbóltskvinnurnar livdu upp til vónirnar. Tað sama gjørdi nýggi borðtennisspælarin, Thomas Rasmussen, meðan svimjingin hálvgum dumpaði við bert einum gullmerki. Men her skal tó leggjast afturat, at við aldursbýtinum á landsliðnum í huga, er als ikki óhugsandi, at vit eisini her koma at vinna nógv heiðursmerki komandi árini. Eins og vónirnar til mansliðið í flogbólti røkka til meira enn bronsuna.
Men í aðrar mátar var steindeytt. Hvørki frælsur ítróttur ella súkkling vunnu nakað sum helst. Og tó at orð sum »ein ringur dagur« og smáir marginalar kanska eru ein frágreiðing her, so skerst ikki burtur, at ein stór útskifting innan íðkararnar er ávegis.
Badminton liðið stóð seg so væl sum nakrantíð, og tað er hugagott at staðfesta, at fleiri ungir spælarar her eru ávegis. Men samstundis er syrgiligi veruleikin, at hesir spælarar ikki hava oyggjaleikir at medda eftir um tvey ár.
Skjóting var fyri fyrstu ferð í langa tíð aftur á føroysku skránni, og avrikið hjá Marius Joensen staðfesti, at her er talentið til staðar. Men rutina og kappingarroyndir skulu til, áðrenn stóra fetið upp á toppin kann takast.

Mugu skapa umstøður
Men fyrst og fremst, so eru tað umstøðurnar, sum vænta. At bogaskjúttarnir hóast alt stadna seg somikið væl, er kanska meira ein staðfesting av treiskni, heldur enn góðum umstøðum. Fót- og flogbóltur hava longu sum er betri umstøður enn flestu av teimum, sum vit kappast við, og tí eru góð úrslit nørum væntandi.
Á seinastu leikunum hava vit sæð, at stórir ítróttardeplar eru antin bygdir ella renoveraðir, soleiðis at hesir kunnu vera sentrum fyri fleiri kappingargreinum. Men umframt praktiska týdningin, tá leikir verða fyriskipaðir, so hava hesir eisini víst seg at hava alstóran týdning fyri ítróttarligu menningina.
Stadion til frælsan ítrótt verður í løtuni fyrireikað í Havn, og hetta fer uttan iva at økja um tilgongd og menning innan tær greinar, sum kappast verður um her. Men skal eitt veruligt elituumhvørvi skapast, er helst neyðugt við einum depli. Einum depli, har fólk úr fleiri ítróttargreinum dagliga umgangast hvør annað, og har synergi-effektin av hesum vil styrkja allar partar.
Júst langsiktaða árinið av einum slíkum depli eigur helst at vera fremsta orsøkin til, at Føroyar aftur mugu og skulu arbeiða fram ímóti einum nýggjum vertsskapi av oyggjaleikum. 2013 er longu sett sum mál, og hóast tað kann tykjast sum góð tíð, so merkir hetta í veruleikanum, at allir hentleikar helst skulu vera tøkir longu á sumri 2009, tá tann atkvøðugreiðslan stendur fyri framman.