Færri ísbjarnir í Norðurgrønlandi

Men hóast ísbjarnirnar hava verið fækkandi, hava vísindafólk hampiliga góðar vónir um framtíðina hjá ísbjørnini Kanningar har norðuri í Eysturgrønlandi og Vesturgrønlandi hava staðfest, at ísbjarnirnar har fækka støðugt, og serfrøðingar vænta, at gongdin fer at halda fram í komandi árum.

Harafturímóti vísa aðrar kanningar, at ísbjarnastovnurin har norðuri í Kanada er minkaður nógv minni enn tann grønlendski, og granskarar vænta, at minkingin verður uppaftur minni.

Gongdin í Norðurkanada er jalig og gevur okkum betri vónir um framtíðina hjá ísbjørnini sum heild, sigur Erik W. Born hjá grønlendska náttúrustovninum við grønlendska kringvarpið, KNR.

Sambært granskarunum eru ikki færri enn 18 ísbjarnastovnar í økinum kring Norðpólin.