Færri flugu í oktober

Í síðsta mánaði ferðaðust færri ferðafólk um flogvøllin enn í sama mánaði í fjør Í oktobur mánaði ferðaðust 17.725 fólk um flogvøllin í Vágum. Tað er ein afturgongd upp á 3,7 prosentsamanborið við sama mánað í fjør, tá ferðafólkatalið var 18.405.

Í oktobur hevur verið afturgongd á øllum farleiðunum uttan á Bretlandsleiðunum. Harafturat hevur ongin frálandaferðsla verið higartil í ár.

Fyrstu 10 mánaðarnar í ár eru 189.937 fólk farin og komin um flogvøllin. Tað er 3,7 prosent meiri enn sama tíðarskeið í fjør, tá talið var 183.086.

Í oktobur fóru og komu 455 flogfør. Tað er 22,8 prosent færri enn í oktobur í fjør, tá 589 flogfør komu og fóru um flogvøllin. Afturgongdin er bæði í rutu- og frálandaferðsluni, verður sagt av flogvøllinum.