Færri ferðsluvanlukkur í USA

Talið á teimum, sum doyðu í amerikonsku ferðsluni í fjør, var tað minsta í meiri enn 60 ár. Tøl hjá ferðslumyndugleikunum vísa, at 32.885 fólk doyðu í ferðsluvanlukkum í USA í 2010, og tað er tað minsta síðani 1949. Ferðslumyndugleikarnir fegnast um gongdina, tí amerikanarar koyrdu munandi meiri í bili í fjør enn árið fyri.

Samstundis vísa hagtølini, at í fjør vóru 4,9 prosent færri ferðsluvanlukkur, sum eitt ella annað rúsandi evni var uppií. Kortini kravdu ferðsluvanlukkurnar við rúsevni 10.228 mannalív í fjør.

Heimsheilsustovnurin WHO sigur, at 1,2 millión fólk doyggja í ferðsluni um árið kring heimin, og at 90 prosent doyggja í londum við lág- ella meðalinntøkum.