Færri fangar flýggja

Talið á fangum, sum flýggja úr teimum sokallaðu opnu donsku fongslunum, er minkað nógv tey seinastu árini.

Í 1998 flýddu 400 fangar úr teimum opnu fongslunum, og í 2002 var talið umleið 200. Ein trupulleiki var, at fangarnir fingu ikki eyka revsing, sjálvt um teir flýddu, men í 2002 bleiv avgjørt at broyta reglurnar, soleiðis at fangar nú fáa eyka revsing, flýggja teir. Hetta tykist hava havt sína ávirkan, tí í fjør flýddu bara 109 fangar úr teimum opnu fongslunum, skrivar Jyllandsposturin.

Fongsulsmyndugleikarnir halda, at nógvir fangar flýggja, tí teir skylda øðrum fangum pengar og tí kenna seg hóttar. Tí hava myndugleikarnir skipað tað soleiðis, at í dag kunnu fangarnir fáa vegleiðing og hjálp frá fangavørðunum, kenna teir seg hóttar. Eitt nú kann ein fangi fáa ein kliva fyri seg sjálvan.