Færri arbeiðspláss í fiskivinnuni

Føroyska fiskivinnan skal leggjast saman í størri og færri eindir. Tað fer at hava við sær eina meira effektiva vinnu, sum kann endurnýggja seg sjálva, men tað slepst ikki undan, at tað so verða færri arbeiðspláss í vinnuni í framtíðini, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við fiskivinnumálum

 

Klaksvík: Tað fer at kosta arbeiðspláss, at fiskvinnan á landi og sjógvi fer at effektivisera seg í framtíðini. Men tað er neyðugt, at vinnan leggur saman í færri og størri eindir, so hon kann endurnýggja seg sjálva.

Hetta var boðskapurin frá Jørgen Niclasen, landsstýrismanni við fiskivinnumálum, tá hann mánakvøldið greiddi norðoyingum frá framtíðar fiskivinnupolitikkinum, sum landsstýrið hevur sett út í kortið.

? Tað er ein fyrimunur fyri bæði samfelagið og vinnuna, at fiskivinnan verður effektivisera, kann vinna meira pengar og harvið kann endurnýggja seg uttan almennan stuðul, sigur Jørgen Niclasen.

? Sum støðan er í løtuni skulu vit ikki stúra fyri, at tað verða færri arbeiðspláss í fiskivinnuni framyvir, tí tað er trupult at finna arbeiðsfólk í fleiri pørtum av vinnuni.


Taka hædd fyri miðsavnan

Landsstýrismaðurin er avgjørdur í, at myndugleikarnir skulu ikki gera av fyri vinnuna, um hon skal leggja fiskiloyvi saman ella keypa og selja virki, men karmarnir skulu verða greiðir og strangir.

? Vit skulu ikki nokta fólki at keypa ella selja skip ella virki. Tað skal eisini bera til at leggja fiskiloyvi hjá skipum saman, so vit fáa fulla nyttu burtur úr teimum skipum, sum vit skulu brúka framyvir, sigur Jørgen Niclasen.

? Hinvegin skulu vit í fiskivinnupolitikkinum taka hædd fyri spekulatión og miðsavnan av fiskiloyvum. Tað royna vit eisini at gera, tí eingin er áhugaður í, at vit fáa greivabarónar og fólk, sum spekulera í fiskivinnuni. Verður spekulatión í vinnuni, so fáa vit ikki neyðuga lønsemi í hana.


Vinnan hevur ábyrgdina

Landsstýrismaðurin leggur stóran dent á, at vinnan so vítt gjørligt sjálv skal loysa trupulleikarnir, sum eru í vinnuni.

? Tað tænir ongum endamáli, at politikarar lova, at teir skulu taka sær av øllum trupulleikum í vinnuni. Vit skulu skapa karmarnar og gera politikkin, og síðani liggur ábyrgdini hjá fiskivinnuni sjálvari at fáa tað at bera til. Soleiðis fært tú eitt sterkt og sunt vinnulív, sigur Jørgen Niclasen.

Hann óttast ikki fyri, at samanleggingar fara at kosta arbeiðspláss í ávísum økjum av landinum.

? Tað verður upp til tey, sum eiga skipini og virkini at tryggja, at tað ikki verða ávís øki, sum verða serliga rakt av samanleggingum í størri eindir. Eg dugi heldur ikki at ímynda mær, at eitt nú norðoyingar fara at selja øll skipini hjá sær. Fólkini í vinnuni mugu hava ábyrgdina av, at virksemi er í teirra øki, sigur Jørgen Niclasen.

? Landsstýrið kann ikki áleggja vinnuni, hvar skipini skulu hoyra heima og hvar virkini skulu liggja. Tað skal vinnan sjálv kunnu gera av, og eg havi eisini tað álit á henni, at hon dugir tað best sjálv.


Bert minstaløn

Seinastu árini er stuðulin til fiskivinnuna skorin niður í einki, og Jørgen Niclsen helt, at vinnan skuldi verða errin av hesum, hóast partar av vinnuni ikki vinna nóg nógvar pengar til at kunna endurnýggja seg sum er.

? Vit skulu klára at endurnýggja okkum uttan almennan stuðul. Partar av fiskivinnuni klára tað sum er, men vit eru ikki komin á mál enn. Men eg havi fult álit á, at vinnan fer at koma hartil, at hon kann endurnýggja seg uttan stuðul, sigur Jørgen Niclasen.

Hann vísti á, at føroyska fiskivinnan fær meira burturúr nú, hóast allur almennur stuðul er tikin av. Einasta ískoytið, sum landskassin letur til fiskivinnuna, er minstalønin til manningarnar, men her er bert talan um stívliga 20 milliónir krónur.

? Minstalønin skal eisini í framtíðini verða ein trygd í vinnuni, men tess betri og effektivari fiskivinnan gerst, tess meira fáa fiskimenn og arbeiðsfólk burtur úr, og so minkar ella dettur minstalønin burtur. Men skipanin skal verða har sum ein trygd í framtíðini eisini, sigur Jørgen Niclasen.