Vit verða noydd at ásanna, at vit eru ikki leys av ríkisfelagskapinum fyrr enn vit hava loyst okkum fíggjarliga, og skulu vit verðuliga, uttan at tann fíggjarliga støðan ávirkar, á val um ríkisrættarligu støðu Føroya, so mugu vit fyrst loysa tað bandið, sum bindir okkum og ríkisfelagskapin.
Hettar kann gerast við eini búskapasemju sum helst allir flokkar á tingið kundu tikið undur við. Fólkaflokkurin mælir til eina búskaparsemju sum sigur at fyri hvørja krónu vit gera okkum meira fíggjarliga óheft av ríkisfelagskapinum, ja so nýta vit eina krónu uppá størri vælferð í landinum.
Hesa semju og tað at vit arbeiða fyri at blíva óheft av ríkisfelagskapinum, vil eg á tingið arbeiða fyri.
Í Føroyum skulu føroyingar ráða.
Gott val