Dánjal Gaardlykke
Eg trúði at nissur bert var eitt skemtifyribrygdi til jóltíðir. Men eftir tað sum vit nú hava sæð í løgtinginum - eftir at fjølmiðlarnir hava øst alt upp til óveruligt fjant og fjas - havi eg staðfest ein annan veruleika. Tað eru fult av nissum í Føroyum. Og tær eru ikki bara saman við øllum jólamonnunum, nei tað eru fult av teimum eisini í okkara ”háttvirda” Løgtingi, ja sjálvt ovasti leiðari landsins kann teljast ímillum teirra. Ja eg má bara ásanna, at eg havi verið í so bláoygdur. Eg trúði tí, at okkara ”háttvirdu” tingmenn høvdu eitt sindur meira av andaligum ryggi í sær, so at teir ikki tóku undir við broytingini av 266 b; men har fór eg so dundrandi skeivur, og mátti bara ásanna, at táið ástóð, vóru teir ikki frægari enn holmstrá sum brotna í vindinum (í hesum førum vindunum frá sera ”subjektivu” fjølmiðlunum, sum eru alt, alt annað enn óheftir, íroknað teimum almennu, sum vit við lóg mugu gjalda til). Ja eg vil siga tað soleiðis at hesir ”háttvirdu” tingmenn kunnu roknast uppí vattnissurnar (orsaka úttrykkið).
Í Føroyum finnast eisini nógvir landasvíkjarar, og skal eg ikki gera fleiri viðmerkingar um teir á hesum sinni, men nú hava vit fingið tað sum verri er. Vit hava fingið eina rúgvu av sannleikssvíkjarum; teir sum skifta sannleikan um við lygn. Táið tú sigur at menn eru skaptir til menn, og kvinnur til kvinnur er tú ikki annað enn ein sum svíkur sannleikan. Og so kanst tú koma við so nógvum „vísindaligum bluffi“ sum tú hevur hug, men tá hevur tú ikki annað enn skift sannleikan um við lygnina. Og so kanst tú gott kalla meg fyri trongskygdan, fundamentalist, snævurskygdan, religiøst forvirraðan, fordømandi og hvat tú vilt. Men tað broytur ikki eitt vet uppá sannleikan. Hann stendur um allar ævir. Himmal og jørð skulu forganga, men Guðs orð – sum er sannleikin – kemur at standa um allar ævir. At siga nakað annað, er tað sama sum at svíkja sannleikan.
Og so sigur tú kanska, hatta er ikki kærleiki! Vit skulu vera góð við øll. Sjálvandi skulu vit vera góð við øll og elska øll. Men um tú stóð við eina stóra á, og við endan var ein stórur fossur sum var tann vissi deyði, og tú samstundis sá eina lítla jollu longri uppi í ánni við einum ungum pari í, hevði tú - um tú hevði nakran sum helst kærleika til hesi tíni medmennskju - ávara tey um tann vandan sum lá fyri framman, og roynt at fingið tey inn til áarbakkan soleiðis at key kundu bjargast! Hevði tað verið kærleiksleyst? Hevði tað ikki verið tað mest kærleiksfulla sum tú kundi gjørt í tí støðuni? Ella skuldi tú bara vælsigna tey, og sagt at tey bara skuldu halda áfram á somu kós, eftirsum at tú ikki vildi órógva tey í teirra elskhuga? Hevði tað kanska verið meira kærleiksfult? Eg haldi ikki!
Nei, nú er tíð uppá at vit vakna og venda um frá okkara óndu leiðum, so vit ikki koma undir somu banning, sum mong av okkara grannalondum eru komin langt ávegis við; nevniliga meir ella minni avkristning.
Við vón um betring fyri okkara land og fólk.