Aðru viku á rað liggur besti nýggi bólkur í Føroyum Boys In A Band á ovastu rók við lagnum Super Contagious. Sic og To Dare To Risk To Regret er á 7. plássi og sostatt eisini í ovaru helvt av listanum, ið eisini telur lagið Flowerplayer hjá Kristleifi Zachariassen á 11. plássi. Eitt føroysk lag roynir seg á listanum hesa vikuna, tað er tittullagið Edelweiss av nýggju fløguni hjá Rasmusi Rasmussen.










