Føroyskur tónleikur á skelkandi høgum støði

Ummælarar hjá Gaffa.dk leggja ikki fingrarnar í millum í tí seinastu greinini, sum tónleikaheimasíðan hevur skrivað um føroyska Dánjal á Neystabø. Tónleikaummælarin er sannførdur um, at føroyskur tónleikur er á skelkandi høgum støði.

 

Tað er ikki sørt rósandi orð Dánjal á Neystabø fær frá viðurkendu donsku tónleikaheimasíðuni gaffa.dk, sum nú hevur gjørt eina samrøðu við Dánjal um hansara seinastu útgávu, The Bubble.

 

Heimasíðan sigur,at tá ið seinasta tónleikaráðstevnan við heitinum Womex var á skránni, stóðu fólk uppi á hvørjum øðrum fyri at fáa samband við Dánjal og fáa hendur á hansara tónleik. Fleiri máttu tó fara vónbrotin avstað, tí pláss var ikki

fyri øllum.

 

Gaffa.dk skrivar, at eins og aðrir tónleikarar úr Føroyum, er støðið hjá Dánjal skelkandi høgt. Heimasíðan samanber støðið á tónleikinum hjá Dánjali við eitt nú Eivør, Teitur og Annu Katrinu Egilstrøð, sum øll trý eru sera viðurkend í Danmark.

 

Tú kanst lesa alla greina um Dánjal og hansara tónleik her: gaffa.dk/artikel/57532