Føroyskur tónleikur og G! í Morgunblaðnum

Íslendska Morgunblaðið prentaði 30. juli drúgva grein um føroyskan tónleik

Arnar Eggert Thoroddsen hevur vitjað í Føroyum og hevur hann skrivað greinina í Morgunblaðnum.
Fyrst verður greitt frá bygdini Gøtu í tónleikahøpi og um tann stóra týdning, sum bygdin, og tað sum haðani er komið, hevur havt fyri føroyskan tónleik. Komið verður eisini inn á føroysku bylgjuna í Íslandi, sum neyvan enn heilt hevur lagt seg.
Arnar hevur hittt Kristian Blak og Sólarn Solmunde og práta um tónleik og hann hevur vitjað á G! Og hitt Jón Tyril. Arnar sigur seg minnast, tá menn bygdu dreymaborgir um G!. Menn tosaðu eins og íslendingar! Men Arnar metti, at føroysingar vóru róligari, enn íslendingar, so tað lagaði seg nokk.
Men nú hann vitjaði G!, sótu fólk í hópatal á skrivstovuni hjá G! og alt gekk upp á stáss á flottum og vælskipaðum festivali.
Greinin er áhugaverd og hevur áhugaverdar hugleiðingar. Sum t.d. um munin á Íslandi og Føroyum, um hví føroyingar í hugaheimi greinskrivarans eru so aftarliga tá hugsað verður um t.d. tónleik, fosturtøku, kynsligt samband og samband við danir.
Men greinin er fyrst og fremst um tónleik og er tað nakað sum greinskrivarin saknar í føroyskum tónleiki, so er tað okkurt meira ævintýrkent og serføroyskt. Tað er ikki nóg mikið at duga at ljóða sum onnur úti í heimi, sigur greinskrivarin, tí ein má hinvegin koma við onkrum serstøkum sjálvur, um tað skal bera ein longur á leið.
Hetta hava íslendskir bólkar eisini ásanna so ofta, skrivar greinskrivarin millum so nógv annað í áhugaverdu greinini í Morgunblaðnum.