»Føroyskur« svimjari á bretska landsliðið

Ein svimjari við føroyskum ættarbondum verður við á bretska OL-landsliðnum í Grikkalandi seinni í summar. Talan er um David Carry úr Aberdeen, sum hevur ommu úr Klaksvík.
Norðlýsið skrivar, at omman er Hasla Josephsen, ið er dóttir Mallu og Hans Josephsen. Hasla giftist til Skotlands við Alexander Elder, sum var trolaraskipari og reiðari.

David Carry er 22 ára gamal og lesur búskap á Robert Gordon University í Aberdeen, men hann sigur við blaðið Press and Journal, at nú hann skal fyrireika seg til olympisku leikirnar, hevur tað verið neyðugt at útseta lesingina, tí tá ein kappast á so høgum stigi er ikki pláss fyri øðrum uttan venjingunum.

David Carry venur í løtuni í Australia.