Linjohn Christiansen, skipari úr Skálavík og manning hansara á grønlendska rækjutrolaranum, Akamalik, eru uttan iva í sera góðum hýri í hesum døgum.
Í síðstu viku fiskaðu teir rækjur fyri ørandi 8,7 milliónir krónur og Fiskerforum skrivar, at tað er met.
Tað var á eini leið undir vesturgrønlandi, í ein útnyrðing úr Disko, at teir høvdu hendan metfiskiskapin.
Hetta er á eini leið, har ongn fiskiskapur hevur verið seinastu 30 árini, men okkurt hevur sagt Linjihn Christiansen, at tað kundi verða vert at royna aftur har.
Og tað skuldi so sanniliga loysa seg, tí teir oystu rækjur í lastina og upp á eina viku fiskaðu teir fyri 8,7 milliónir.
Tilsamans vardi túrurin 10 dagar og og tilsamans var avreiðingarvirðið stívliga 10 milliónir krónur.
Síðani eru fleiri onnur skip esini farin har á leiðina at royna.









