Føroyskur skipari fiskaði ólógliga

Ein føroyskur skipari hjá Royal Greenland hevur fingið bót fyri ólógligan fiskiskap eftir rækjum

Grønlendska reiðaríið hevur fingið eina bót upp á hálva millión krónur, umframt at hald varð lagt á hálva aðru millión krónur av ólógligu veiðini, fyri at trola eftir rækjum ov nær landi, skrivar Sermitsiaq.

 

Talan er um yvir 200 tons av rækjum, sum reiðaríið hevur fiskað ólógliga norðan fyri Diskovíkina. Sambært ákæruni hevur trolarin Akamalik fiskað rækjur í sonevnda Harukassanum, vestan fyri Diskooynna. Trupulleikin er, at nevndi kassin er stongd fiskileið.

 

Tað serliga við hesum málinum er, at tað eru GPS-upplýsingar, sum hava beint løgregluni á slóðina eftir ólógliga fiskiskapinum hjá Akamalik. Ósamsvar var millum GPS-data frá satelittinum og loggbókina hjá skiparanum. 

 

Umframt bótina til reiðaríið hevur føroyski skiparin eisini fingið 10.000 krónur í bót.

 

Málið hevur koyrt í fýra ár grønlendsku rættarskipanini. Royal Greenland hevur kært avgerðina.