Árni Joensen
Hví ikki seta ein royndan mann, tá vit nú eiga hann, sum fyrsta føroyska sendimann í Íslandi.
Henda hugsan kom fram fyri meg nú eg læs at Hans Jákup Kass rundaði tey 70 árini mánadagin 5. mars og hansara drúgvu royndum í uttanríkismálum.
Íslendarar hava longu avgjørt at lata upp sendistovu í Havn og hava valt sær ein persón á sama aldri, við drúgvum royndum á altjóða diplomatiska pallinum, sum fyrsta íslendska sendimann her á landi. Einki skuldi verið meiri náttúrligt enn at seta mann við eins drúgvum- og kanska drúgvari royndum, tá vit nú eiga hann, í starv sum fyrsta føroyska sendimann í Íslandi. Er tað nakar, ið megnar at røkja eitt slíkt starv so er tað nevndi Hans Jákup Kass, ið varð so væl- og beinrakið umtalaður í vikuskiftisbløðunum seinast.
Hetta vildi skapt virðing og tign um nevnda starv.
Sum eitt kuriosum kann nevnast, at tá starvið sum løgtingsins umboðsmaður varð stovnsett, varð sera skilagott valt at seta fyrrv. dómaran Joen H. Andreasen í nevnda starv fyrstu árini og eftirtíðin hevur víst okkum, at hetta varð eitt gott val, bæði fyri tignina og ikki minst fyri úrslitið.
Sera umráðandi er, at vit her fáa ein góða byrjan og er tað nakar, ið veruliga kann vísa á munandi úrslit, so er tað júst Hans Jákup Kass.