Føroyskur rappbólkur ávegis við fløgu

Swangah Dangah er navnið á føroyskum rappbólki, sum í dag hevur lagt eitt sjónbandabrot á YouTube, í samband við at teir geva eina fløgu út seinni í ár.

 

Nær fløgan kemur út, ynskir bólkurin ikki at siga enn, men fleiri sjónbandabrot koma í næstum.

 

Swangah Dangah, sum skal spæla á ársins G! Festivali, hevur bara spælt einaferð alment áður. Tað var á Basalt 2011, tá teir framførdu fyri fullum húsi. Dagin eftit kunngjørdi G!, at teir spæla í Gøtu í summar.

 

Swangah Dangah er avgjørt millum mest spennandi nýggju føroysku tónleikanøvnini. Ikki minst, tí tað er ógvuliga avmarkað, hvat er gjørt av føroyskum rapptónleiki áður.

 

Tað eru Sten Rói, Cren og Ragnar, sum eru Swangah Dangah. Teir eru í løtuni í upptøkuhølum, har teir leggja seinastu hond á fløguna.

 

Sjónbandabrotið frá Swangah Dangah sæst niðanfyri hesa grein.