Bøkur
Tað er so heldur ikki ein og hvør, sum skrivar. Hann man vera ein tann føroyingurin, sum hevur arbeitt longst í altjóða oljuvinnu og hevur røkt týðandi ábyrgdarstørv í hesi vinnu. Rithøvundin og oljumaðuin er klaksvíkingur og er í løtuni búsitandi í Qatar, har hann starvast innan oljuvinnu fyri Maersk. Maðurin eitur Jóannes Kjølbro, uppvaksin í Klaksvík, tók studentsprógv í Havn og prógv sum sivilverkfrøðingur /HD í Danmark. Hann hevur arbeitt hjá danska oljufelagnum Maersk í mong ár.
Nú hevur hann so greitt úr hondum eina skaldsøgu, sum ber heitið: "Meðan sólin í eystri roðar". Skaldsøgan umrøður eitt fyri okkum føroyingar aktuelt mál, oljuleiting og loyvi til slíka leiting. ?Hvør stýrir leikinum, tá loyvi verða givin at leita eftir olju í Føroyum er áhugaverdi spurningurin, sum verður reistur í bókini. Á baksíðuni fáa vit so eisini at vita, at eitt altjóða oljufelag, sum ikki fekk nakað leitingarloyvi, tá seinasta útbjóðingarumfar var fyri, ger av at senda ein umboðsmann til Føroya fyri at fáa greiðu á, hvørjar orsøkirnar munnu vera til, at teir ikki sluppu upp í part.
Umboðsmaðurin er ein føroyskur oljuverkfrøðingur, sum ikki hevur verið heima á klettunum í áravís. Hann kemur í fyrstani ongan veg við kanningum sínum, ikki fyrr enn hann fær samband aftur við familju sína í Føroyum, kemur gongd á. Skjótt er hann mitt í einum melduri av hendingum, har familja, samkoman, fullveldi og almenna umsitingin eru leikarar.
Tá ein breti, ið hevur samband við oljuvinnuna í Føroyum, verður myrdur, gerst greitt, at duldar kreftir standa aftanfyri?Ikki kann sigast annað enn, at timingin fyri útgávuni er góð. 2. útbjóðing til oljuleiting við Føroyar letur aftur 17. november.
Í bókini verður tó gjørt vart við, at innihaldið í skaldsøguni avmyndar ikki nakrar veruligar persónar, feløg, virki ella sotvnar. Um nøkur líkheit finst, er hon tilvildarlig og óætlað sigur rithøvundin. Bókin er prentað hjá Føroyaprent. Hon er 175 blaðsíður.









