Føroyski trashmálmsbólkurin SIC gevur út debutútgávuna ?Pandemonium? mánadagin 26 februar. Rokkstovan hevur í tí sambandi hitt bólkin til eitt prát um útgávuna. Prátað verður um hvussu hon gjørdist veruleiki. Eisini hoyra vit nøkur spildurnýggj løg av spildurnýggju útgávuni!
Í síðstu viku frættist at frálíki norski tungmálmsbólkurin Extol fer at vitja og spæla á ársins Fjarðafestivali. Vit hoyra nøkur løg hjá bólkinum í sendingini.
Rokkstovan er mikukvøld 21. februar kl 22.05.
Tíðindaskriv