Í skjótt eitt ár hevur Hvonn verið karmur um livandi jazz tónleik hvørt týskvøld, og í kvøld er føroyskur jazzur á skránni. Jazzmentanin hevur veruliga vundið uppá seg seinasta árið, og fyri stuttum var ein jazz festivalur í miðbýnum í Havn. Hvonn hevur leingi verið við í jazz rákinum, og hvørt týskvøld er loungin opin fyri jazz tónleikarum.
Týskvøldið komandi er føroyskur jazzur á skránni. Talan er um bólkin Katla, ið er mannaður við Magnus Johannesen á klaver, Rógva á Rógvu á trummum, Edvard N. Debess á bass og Ólavi Olsen á trompet.
Katla hevur verið virkin í skjótt eitt ár. Bólkurin hevur millum annað fleiri ferðir framført á Hvonn, og var eisini við á fyrstu Futt í býin konsertini í fjør. Eisini spældi Katla eina konsert á Vetrar Jazz festivalinum fyri skjótt tveimum vikum síðani. Til ta konsertina hevði bólkurin Hauk Grøndal við. Hann er íslendingur og spælir á saxofon og klarinett. Bólkurin fer í upptøkuhøli í apríl. Høvuðsmaðurin í Katla eitur Magnus Johannesen. Hann hevur skrivað allan tónleikin, ið bólkurin framførur týskvøldið í Hvonn.