Føroyskur jólasangur verður frumframførdur í Noregi

Talan er um jólasangin ?Kvirra um fjøll og fløtur?, sum verður frumframførdur á norskum seinnapartin í dag Kórið ?Seraf? í Bergen fer at hava tvær jólakonsertir í hvítusunnusamkomuni ?Tabernaklet? í Bergen í dag.

 

Tann fyrra konsertin verður klokkan 16, og hin seinna verður klokkan 21.30 lokala tíð.

 

Á tí fyrru konsertini verður tann upprunaligi føroyski jólasangurin, sum Øssur Berghamar hevur gjørt orð og lag til; ?Kvirra um fjøll og fløtur? frumframførdur á norskum.

 

Tann 33 ára gamli Are Heiseldal fer at syngja ?Stille på fjell og vidde?, sum sangurin eitur á norskum. Are Heiseldal fekk tokka til sangin, tá hann hoyrdi Jóan Magnus Olsen syngja sangin á tí føroysku jólafløguni ?Jól í Dag?, sum kom út í 2007.

 

Fyrstu ferð sangurin kom út á plátu var í 1979. Tá var tað Eysturoyar-bólkurin ?Exodus?, sum gav sangin út.

 

Are Heiseldal og Øssur Berghamar hava samskift um týðingina, og Øssur Berghamar er rættiliga væl nøgdur við týðingina, um enn ikki tað ber til at føra allar føroyskar metaforar yvir í norskt mál.

 

Are Heiseldal hevur fingið góðar afturmeldingar frá hinum kórlimunum í ?Seraf? fyri tann upprunaliga føroyska jólasangin, og hann vónar og væntar, at áhoyrarnir sum koma til jólakonsertirnar, ávikavist klokkan 16 og klokkan 21.30 fara at dáma tann týdda sangin ?Stille på fjell og vidde?, og at sangurin við tíðini kann vinna fram í Noregi.

 

Sangurin er týddur til norskt bókamál.

 

Are Heiseldal arbeiðir annars, sum freelance ítróttarjournalistur hjá norsku sjónvarpsstøðini TV2, og er tí væl kendur millum tey, sum hava áhuga fyri ítrótti í Noregi.