AGN
Rógvi Borðoy
Mourits M. Joensen starvast til dagliga á Fiskirannsóknarstovuni, og undraðist ein dagin á, hvussu tað mundi riggað at egnt við føroyskum høgguslokki. Hann hevði fiskað nakað af høgguslokki á Føroya Banka við Magnusi Heinasyni, og hugsaði um at sleppa at royna høgguslokkin sum agn. Hanus Eidesgaard, skipari á línuskipinum Sigmundi, var til dystin fús.
Teir høvdu umleið 700 kg av frystum føroyskum høgguslokki við á Føroya Banka, og teir egndu eitt sindur av tí føroyska agninum hvønn dag. Úrslitið var til at síggja, hóast føroyska agnið var eitt heilt ár eldri enn tað útlendska.
-Vanligt fingu vit einar 10 toskar á línuni við tí útlendska agninum, men við føroyska høgguslokkinum fingu vit ofta upp í 50, sigur Hanus Eidesgaard.
500 pund á muni
-Munurin var kanska upp ímóti 500 pundum á stokkinum, heldur hann fram.
Mourits M. Joensen er ikki heilt liðugur við útrokningarnar, men sigur seg vera vísan í, at stórur og týðuligur munur er millum føroyska og útlendska agnið.
Av tí, at teir ikki høvdu nokk til fleiri fullar setur, settu teir tríggjar stokkar av og á við føroyska agninum. Síðani hildu teir eyga við, hvussu nógv og hvat slag var á teimum stokkunum.
-Tað var stórur munur á. Tað var altíð nógv meir og nógv størri fiskur á teimum stokkunum, sum høvdu føroyskan høgguslokk, sigur Hanus Eidesgaard, skipari.
Nakað er til
Petur Steingrund, fiskifrøðingur á Fiskirannsóknarstovuni sigur, at nakað er til av høgguslokki á Føroya Banka, men at ikki líka nógv er á landgrunninum. Fiskirannsóknarstovan hevur ongar stovnsmetingar av høgguslokkinum. Einastu mátingar, sum eru gjørdar, er veiða uppá roynd. Tað vil siga, at man fylgir við lutfallinum frá ár til ár. Hetta slagið av roynd sigur einki um, hvussu nógv er til, men fortelur bert um tað er meir ella minni í ár enn í fjør.
Næstsíðsta dagin
Hanus Eidesgaard sigur, at teir settu sama stað sum Polarstjørnan næstseinastu setuna. Tann dagin blandaðu teir føroyska agnið uppí útlendska agnið, so tað ber ikki til at siga akkurát, hvussu stórur munurin var. Men tann dagin fiskaðu teir 14.000 pund. Herav vóru 10.000 pund av toski, og tað heldur Hanus Eidesgaard vera sera gott. Annars sigur skiparin á Sigmundi, at fiskaíið hevur verið betri í ár enn í fjør, men at prísurin er verri.