Debes H. Christiansen, deildarleiðari og granskari á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni hevur saman við øðrum granskarum í Norra og Skotlandi vísindaliga grein um ILA virus í altjóða tíðarriti.
Greinin, sum kallast “Localised infection of Atlantic salmon cells by HPR0 infectious salmon anaemia virus”, varð almannakunngjørd í viðurkenda vísindaliga tíðarritinum PLOS ONE í mars í ár.
Í greinini verður m.a. víst, at tann ikki sjúkuelvandi ILA virus (ILAV-HPR0) einans smittar kyknur á yvirflatuni (tær sokallaðu “ epithel-kyknurnar”) í táknunum og í skræðuni á laksinum og ikki megnar at treingja inn í laksin. Tá sjúkuelvandi ILA virus smittar laks, megnar hann skjótt at treingja gjøgnum “epithel-kyknurnar” og inn í blóðrenslið, har hann m.a. oyðileggur reyðu blóðkyknurnar og viðførur blóðmangul (anemi).
Kanningin bendir á, at tað í “epithel-kyknunum” er ein forðing ella verja, sum bert tann sjúkuelvandi ILA virus megnar at treingja ígjøgnum. Enn vita vit lítið um, hvussu henda forðing/verja virkar. Men í greinini eru ábendingar um, at immunverjan hevur ein týðandi leiklut.
Betri vitan um hesa forðing/verju fer vónandi at stuðla undir at menna nýggjar hættir at fyribyrgja ILA sjúku við t.d. koppseting.
Greinin kann lesast her.
Greinin er partur av einari ILA granskingarverkætlan, á Heilsufrøðiligu Stravsstovuni, sum er stuðla m.a. úr Granskingargrunninum.