Føroyskur fleirmálaorðalisti

Í greinarstubbanum Teldutýðing, sum stóð í fylgiblaðnum hjá Sosialinum, Vikuskiftinum, 24.februar, er sagt frá teldutøkari fleirmálaorðabók og at føroyski orðalistin í ESPERANTOBÓKINI II fór at verða lagdur aftur at henni.

Tað er gjørt, og hetta merkir, at ein og hvør, ið hevur atgongd til Windows og alnetið, nú kann gera sín egna teldutøka føroyska fleirmálaorðalista. Har eru 58 ymisk tungumál at velja ímillum.

 

Mannagongdin er henda:

Ger fyrst nýggj fílusøvn: ErganErg50Faeroese (stavað beint so!).

Finn á internetinum www.travlang.com/Ergane/download-en.html (stóra E í Ergane!) og tak niður fíluna Erg50.zip

?Unzip? (nú ella seinni). ? goym fíluna í Ergan (úr C:unzipped).

Finn á internetinum www.travlang.com/Ergane/vocab.html og tak niður fíluna faeroese.zip at goyma (?unzipped?) í ErganErg50Faeroese.

Til fremmandamálini, ið tú velur tær, gert tú fílusøvn, eins og tú gjørdi til føroyskt, og tekur niður á sama hátt.

Nú kanst tú lata upp Ergane5.0 og velja leitorðamál From og týðingarmál To, harnæst velja millum Dictionary, Practise, Export og Keyboard config.

Dictionary

Hetta er orðabók, har ið týtt verður úr einum máli í annað.

New word: skriva eitt leitorð og vita, hvussu tað eitur á týðingarmálinum.

Gev gætur! ð verður skrivað við at trýsta á F6; æ = ae; ø = oe; å = aa. ? Hetta kann broytast, sí ?Keyboard config? niðari.

Ein esperantotýðing stendur tilskilað við reyðum. Undirstrikað orð á summum málum fæst meir at vita um við at klikkja á tey (orðaflokkur, bendingarsnið, orðingardømi).

Vert kann vera at hava í huga, at á esperanto enda navnorð við ?o, sagnorð við ?i, lýsingarorð við ?a og hjáorð við ?e. Soleiðis sigur esperantotýðingin tí, ið ikki veit betur og slær inn t.d. føroyska orðið ?koma?, at ensku orðini ?come?, arrive? og ?appear? eru sagnorð, men ?arrival? og ?appearance? eru navnorð.


Practise

Her ber til at læra seg nýggj orð í fremmandamálinum. Venjingarfílan minnist, hvørji orð, ið tú ikki skrivaði rætt, og tú kanst íðka tey upp aftur, til tú hevur lært tey.


Royn tilvildarliga venjingarfílu

1. Vel t.d. føroyskt til leitorðamál og enskt til týðingarmál (um tú hevur tikið hesi bæði málini niður).

2.Vel: Practice.

3. (Um so er, at tilvildarliga venjingarfílan hevur verið roynd frammanundan, og tær gomlu rættingarnar ikki skula koma fyri aftur, vel: Erase errors).

4. Vel: Next word ? royn at týða ? inn ( = Enter) - Next word o.s.fr. (so leingi tú tímir hetta).

5. Vel: Only errors ? Next word o.s.fr.

Eisini seinni ber til at venja seg burturav við t.d. teimum orðunum, tú skrivaði skeivt:

Faeroese ? English - Practise ? Practice file ? Select file ? en.pra ? OK - (Only errors) - Next word o.s.fr.


Ger nýggja venjingarfílu við valdum orðum

1. Vel fremmandamálið til leitorðamál og føroyskt til týðingarmál

2. Vel: Dictionary ? Open practice file ? Skriva fílunavn, t.d. enskt1.pra ? OK

3. Skriva tað fremmanda orðið, tú vilt hava týtt ? Enter ? Add ? New word - o.s.fr. ? Close.


Nýt hesa venjingarfíluna

Vel nú føroyskt til leitorðamál og fremmandamálið til týðingarmál ? Practise ? Practice file ? Select file ? vel fíluna ? OK ? Next word ? (vita, um tú veitstst) ? trýst á inn-knappin (Enter) ? Next word ? o.s.fr.

Tú kanst gera tær nýggja venjingarfílu (nýtt fílunavn) t.d. til hvønn skúlatíma.

Skal sama fíla nýtast um aftur, so trýst fyrst á Erase errors, eftir at tú hevur valt hana.

(Ella alt hetta øvut við føroyskum til leitorðamál og fremmandamálinum til týðingarmál, tá ið venjingarfílan verður gjørd, men fremmandamálinum til leitorðamál og føroyskum til týðingarmál, tá ið venjingarfílan skal nýtast)


Export

Ger tvímála orðalista:

Vel leitorðamál, týðingarmál og bókstavir (character set - í flestum førum helst WinLatin1); trýst síðan á Export (ikki fyrst á inn-knappin). Nýggja fílan við tvímála orðalistanum er goymd í Erg50 sum ?Notesblok?, men kann rímiliga flytast avritað eitt nú til Word.

(Formats: 1. esperantoheiti eru tilskilað í klombrum; B. orðaflokkur o.t. kann verða tilskilað ? enn bert í enskum, fronskum og hálendskum)



Keyboard config.

Lykil til óvanligar bókstavir.

Her sæst við at klikkja á ð, at til at skriva henda bókstavin skalt tú trýsta á F6. Tú fært kortini eisini nýtt tín vanliga ð-knapp, um tú í Keyboard configuration klikkir á ð, síðan klikkir í Mapped to character/key, finnur og klikkir á ð í nýframkomnu rullivalmyndini niðriundir, aftur klikkir á kassan oman fyri rullivalmyndina, um hann ikki longu hevur (bláan) lit, síðan trýstir tú á tann vanliga ð-knappin á telduni, harnæst á innknappin ( = Enter) og at enda klikkir tú á Close. ? Á sama hátt: æ, ø, å. ? Tá ið eg havi skrivað ý í User dictionary, kemur tað kortini út sum ij ? enn; her er sostatt at hava í huga, at møguligt ij í føroyskum orði stendur fyri ý.

Í Language information, sum fæst fram við at tvíklikkja á tað mál, ið tú vilt arbeiða við, kanst tú á User dictionary leggja nýggj orð inn á orðalistan, um tú veitst, hvussu hugtakið eitur á esperanto; tað finnur tú kanska í t.d. enska-esperanto orðalistanum (Tað ber til at hava User dictionary og Dictionary English/Esperanto opnar samtíðis ? og um tað skal vera eisini t.d. English/Faeroese sum ta triðju). Hevur tú fyrst fingið hugtakið inn á føroyska orðalistan, kanst tú eisini finna týðingina á einum og hvørjum øðrum orðalista, har ið hugtakið finst ? ella tú setur tað inn á sama hátt eisini har. (Eina tílíka User dictionary við í løtuni o.u. 500 orðum havi eg sjálvur gjørt mær, og tað stendur einum og hvørjum frítt at fáa hesa fíluna, FA00.MDB, at leggja afturat út yvir ta, ið tikin verður niður, og síðan sjálvur økja hana eftir tørvi).

Í esperanto verða summir bókstavir frámerktir við tvíbroddi (circumflex) og ein við boga (breve) uppiyvir. Tvíbroddur verður skrivaður við Ctrl-c aftan á stavin, bogi á sama hátt við Ctrl-b.


Aðrir møguleikar

Í Dictionary: Letur tú bæði leitorðamál og týðingarmál vera sama mál, kanst tú

1) finna einsnevni (homonym) og samnevni (synonym). Tak t.d. føroyskt/føroyskt »lag«; hetta orðið hevur orðalistin við 4 merkingum (bert 3 merkingar passa í hvønn rútin; ta 4. finnur tú við at trýsta á Next page).

2) finna orð við ávísari ending ella byrjanarstøvum (men ikki bæði í sama orði) við at seta stjørnu í staðin fyri stavirnar (nýt stjørnuknappin millum talknapparnar høgrumegin á knappaborðinum); royn t.d. við í føroyskum at skriva *nkur.

Stjørnan kann eisini nýtast til aðra víðkaða leiting. Leitar tú t.d. eftir orðinum ?koma?, finnur tú bert fáar týðingar; men leitar tú eftir koma*, fært tú fleiri orðingar við orðinum ?koma? ? og nakrar afturat við *koma.

3) seta trant-a fyri ymiskar bókstavir í leitorðinum, t.d. um tú ivast í, um ?nasvíst? hevur /a/ ella /æ/, skriva n@svís*.

Hetta kann eisini vera hent, um leitað verður eftir rímorðum ella bendingarflokkum, t.d. *ligur.

4) Browse: vís leitorðalistan.

Einsnevnum fæst eisini skil á við føroyskum-fremmandum og fremmandum-føroyskum orðalista (Til ber at hava báðar orðalistarnar opnar á telduni samtíðis!), t.d. føroyskt-enskt: kona = wife, woman. Vita vit ikki munin á ?wife? og woman?, finna vit hann á enska-føroyska orðalistanum: wife = ektakona - woman = kvinna, konufólk.

Hesir orðalistarnir eru enn meir og minni ófullkomnir. Men eyðsæð mátti verið, hvat ið kann fáast burturúr, um rættiligir málfrøðingar taka seg saman um at gera teir. Forritið er á sera góðari leið, og tað stendur einum og hvørjum frítt at nýta eftir egnum tykki: »Not only does Ergane cost nothing, but the wordlists generated with her are also free of copyright and can be copied, distributed and changed without legal restrictions. You can use them in any way you like, even for commercial purposes! You also have the right to modify the programme and use it as a basis for developing your own software. Again, no legal restrictions are applicable here.? www.travlang.com/Ergane/intro-en.html

Eg vil fegin frætta frá teimum, ið royna Ergane við føroyskum sum leitorða- ella týðingarmáli, hvussu gongur, Jeffr@post.olivant.fo. ? Gjørt skal vera vart við, at eg geri hetta av mínum eintingum og eri ikki í tænastu hjá øðrum.

Greinarøðin um esperanto, m.a. um teldutýðing, finst nú eisini á heimasíðuni hjá Málstovuni, www.fmn.fo