Føroyskur fótbóltsagentur í Danmark setur toppvenjara í starv

Bold.dk skrivar í dag soleiðis:

 

- Flemming Christensen er eitt stórt navn í Danmark, og hann hevur um alt landið eitt sera gott umdømi. Hann er dugnaligur til at síggja talent, og eg gleði meg nógv til at arbeiða saman við honum.

 

Orðini eigur nýggi arbeiðsgevarin hjá skjótt fyrrverandi venjaranum í 1.divisonsliðnum AB, Annfinn Gaard, sum er stjóri í framfýsnu fyritøkuni Danish Football Agency.

 

Flemming Christensen hevur verið venjari hjá AB, men eftir at teir júst ikki megnaðu at flyta upp í fremstu deildina, valdu AB og Flemming Christensen at slíta samstarvi við virknaði eftir seinasta dystin, sum verður sunnudagin. Men hann hevur sum sagt longu fingið eitt nýtt starv ? hjá føroyskt áttu Danish Football Agency.

 

Fyritøkan hjá føroyinginum Annfinn Gaard hevur seinastu tíðina uppbygt eitt spesiali við suðuramerikanskum leikarum, men nú skal Flemming Christensen brúka sítt netverk til at finna talentir í Skandinavia og Europa.

 

Sjálvur kemur Annfinn Gaard framvegis at taka sær av at finna fótbóltstalentir í Suðuramerika.

 

Flemming Christensen hevur sum venjari staðið á odda fyri feløgum sum Næstved, Slagelse og nú í síðstuni AB. Sum leikari spældi hann í franska St. Etienne og sveisiska FC Aarau.

 

Hann hevur ein UEFA P-lisens.