Føroyskur dansur fyri ung í Klaksvík

Fríggjakvøldið fer Klaksvíkar Dansifelag at skipa fyri einum dansitiltaki, ið serliga vendir sær til tað unga fólkið. Tiltakið verður í Skálanum í Klaksvík. Fyri einum ári síðan varð skipað fyri einum dansikvøldi fyri ung, og eydnaðist tað stak væl. Her varð ein sjónvarpsupptøka gjørd, tá tey kvóðu Hr Sinklar og Stolt Signhild. Hesar upptøkur kunnu síggjast á netinum á YouTube.

Klaksvíkar dansifelag hevur fleiri ung, sum bæði eru við í barnadansinum og ofta við teimum vaksnu.

Hugsanin kom upp, at tey høvdu brúk fyri einum tiltaki bara fyri ung, har tey fingu tað uppá sín máta. Allarbest var eisini, um fleiri komu úr øðrum dansifeløgum og eisini ung, sum ikki dansa í feløgum, men bara dáma tann føroyska dansin.

- Okkara ungu hava seinastu árini verið á leguni Ung í dansi, ið er ein lega sum Slái Ring hevur hvørt heyst. Norðoyingar hava møtt væl upp til Ung í dansi og verið glaðir fyri at møta øðrum dansiglaðum ungdómi, verður sagt úr felagnum. Tí fara tey at bjóða øðrum norð til eitt dansikvøld, nú í bestu dansitíð.

Dansikvøldið verður fríggjakvøldið 4. februar og byrjar kl. 20.30 í Skálanum í Klaksvík.