Til seinasta væl bleiv nógv lovað veljarunum; men hvussu er standurin í landinum. Ein partur vil hava loysing ongantíð ov skjótt. Ikki kann sigast, at tað gongur frammá á tí økinum.
Teir yvirtaka meira og meira uttan at seta nakað ístaðin við tí úrsliti, at tá ið alt er yvirtykið, manglar so mikið nógv í, at fólkið ikki er við at loysa. Fólkið verður bara meira yvingarsamt, politikkarnir prógva einki, og tað verður bara verri og verri at prógva fyri fólkinum, at tað ber til, tí at eingin vil, at tænastan og harvið livistandardurin skal fara niður, heldur upp. Roynt verður at kroysta loysingina yvir fólkið. Einki at seta í staðin, kalli eg at lumpa og lirka Føroya fólk.
Tað virkar fyri mær sum um, at vit skulu bara standa í stað og ikki skapa nakað nýtt, vit hava nokk við tað sum er, bíða bara eftir oljuni???
Trúvirði hjá okkara politikkarum er ógvuliga vánaligt. Ein og hvør, ið fylgir eitt lítið sindur við, sær hvussu okkara politikkarar uppføra seg í tinginum.
Eitt stórt mál fær lítla umrøðu, meðan eitt lítið og lítisigandi mál fær ógvuliga nógva og harðliga viðgerð, ja menn eru um at fara til hendurs. Nei tú byggir ikki nakað land við róp og brølan.
Hvønn skulu Palleba og Marsanna trúgva uppá, tá ein javnan sær frá tinginum, politikkarar reisa seg upp í tingsalinum til eina vimerking fyri og aðra eftir, hvar viðkomandi tinglimur leggur undanfarna tinglim undir at siga ósatt, ja beinleiðis lúgva, og viðkomandi hevur ikki sett seg niður, so reisir næsti seg upp og sigur, at hin lýgur, alt hetta gongur fyri seg meðan alt Føroya fólk higgur at, eingin sigur nakað, og einki fær fylgjur fyri nakran. Føroya fólk sigur einki, harvið er tað í lagi, at teir bera seg soleiðis at. Eitt undarligt fólkaslag.
Aftur til okkara politisku heilar.
Sjálvur gangi eg inn fyri loysing, og at vit føroyingar skulu ráða í okkara egna landi; men tað skal verða við skili. Skulu vit hugsa um einaferð at fáa loysing, mugu vit hava fólkið við, og fyri at fáa fólkið við, mugu vit prógva, at tað ber til. Higartil hevur eingin prógvað nakað, vit arbeiða øvugtan veg.
Mín meining er tann, at so leingi vit eru saman við Danmark, skulu vit hava tað sum er okkara rættur. Í staðin fyri at taka ímóti fullum blokki, so minka vit blokkin, tað er ein skeiv gongd.
Vit skulu sjálvandi taka ímóti fullum blokki, og brúka hann fult út, og síðani leggja okkara egnu pengar til síðis. Hetta skuldu vit sjálvandi gjørt beinanvegin, tá okkara kostnu menn fóru niður á Kristiansborg og bóðu Poul Nyrup um eina yvirgangstíð uppá 15 ár; men fingu bara 4 ár. Komu heimaftur sum flongdir hundar.
Hvat fóru teir niður til, at biða um 15 ár??? Tað var eingin grund til.
Vit kundu sjálvir tikið stig til tað, og sjálvir avgjørt tað.
Teir kundu bara verið snildir og lagt eitt vist beløb til síðis, vit kunnu siga 500 mill. pr.ár tey fyrstu fimm árini, síðani voksið beløbið vid 200 mill. um árið til tað er ájavnt við blokkin, og síðani bíðað til 15 árini eru farin, so kann ein og hvør rokna út, hvussu nógv tað gevur + rentur. Nú kundu vit goldið alla okkaru skuld + havt pengar innistandandi.
Samstundis sum hesi 15 árini ganga, skulu vit klára at fáa eina nýggja vinnu upp at standa, sum einki hevur við fisk at gera.
Visjón 2015
Tað skal verða ein vinna bara til útflutning, sum skal verða tann sekundera vinnan; men sum skjótt kundi blivið tann primera vinnan, sum spaðar í, tá ið fiskivinnan er niðurgangandi, soleiðis at tann fíggjarliga tilgongdin altíð verður jøvn, og ikki svingandi sum nú. Tað vil altíð verða nøkur rak ár í fiskivinnuni innímillum tey góðu árini; men vit hoyra ikki ein einasta politikara taka hetta upp á tunguna, hví?? Jú sjálvandi, teir hugsa ikki so langt. At skapa nakað nýtt er ikki teirra sterka síða, teir velja sum altíð at leypa um garðin har hann er lægstur, flyta arbeiðispláss úr einum plássi til eitt annað fyri at skapa arbeiðispláss. Hvussu nógv gevur tað??? Sjálvandi, tað er so nógv tað lættasta, tú nýtist ikki at hugsa, og fólkið sigur sum vanligt einki.
Við hesum hava vit prógvað fyri Føroya fólki, at tað ber til, og síðani farið út til fólkaatkvøðu og vunnið.
Ikki ein einasti ein politikari nevnir eitt orð um hettar eg her havi nevnt, og teir trúgva heldur ikki upp á tað.
Hví ber tað ikki til? Jú tað er tíð, at vit hava so út av lagi vánaligar politikkarar. Teir orka ikki at síggja at tað eru nakrar krónur í kassanum, tað skal brúkast beinanvegin, kosta hvat tað kosta vil, sektin um hvat tað verður brúkt til, bara eg verið innaftur valdur ábyrgdarleyst.
Tjóðveldisflokkurin stendur fyri loysing; men við núverandi limum í flokkinum, verða Føroyar ongantíð sjálvbjargnar, ongantíð. Flokkurin er ein klandriflokkur og ímóti øllum.
Skal flokkurin hava nakra vón, er neyðugt at skifta vissar limir út.
Fólkaflokkurin vil nú hava føroyingar at gjalda fyri at sleppa inn á landssjúkrahúsið til viðgerð. Teir ætla kanska, at tað skal verða ein av teimum nýggju inntøkukeldunum???
Visjón 2015, hvar er hon??? Tíðin gongur skjótt.
Tað sum vit hava brúk fyri her í Føroyum, eru persónar sum tora at seta hetta, eg her havi nevnt, í verk og ikki lata alt bara blíva til tos og aftur tos.
Vit mugu takað í nakkan á okkum sjálvum, og gevast við okkara klandri og øvundsjúku. skula vit klára okkum sjálvi, er neyðugt at vit standa saman, og ikki øvugt sum vit so mangan síggja, at øvundsjúkan brýtur alt niður. Skaldið Hans Andreas Djurhus vísir tað so væl við yrkingini hann yrkti í 1904.
Saman at halda varð ei okkum givið
Tí er so lítið burturúr her blivið
Tí enn vit tala, men ov lítið gera
Samanhald má verða.
Stóðu vit saman, Føroya synir sterku
Kundu vit útint mangt eitt roysningsverkið
Kundu vit frama ført til Føroya landið
Standi tí saman.
Eg haldi, at hendan yrkingin lýsir ógvuliga væl føroyingin.