Hondbóltssambandi hevur rættuliga tikið dik á seg, hvat landsliðsarbeiðinum viðvíkur, og komandi tíðin verður ein spennandi tíð hjá nógvum føroyskum leikarum.
Unglingar til Minsk
EM-undankapping fyri mansunglingar er fyrsta tiltakið, sum stendur fyri framman.
Føroysku mansunglingarnir skulu í hesum sambandi til høvuðsstaðin í Hvítarusslandi, Minsk.
Farið verður avstað týsdagin komandi, og skal føroyska liðið spæla tríggjar dystir á ferðini, har mótstøðuleikararnir koma úr Hvítarusslandi, Svøríki og Ungarn.
Tey bæði fremstu liðini í bólkinum koma við til endaumfarið, sum verður spælt í Grikkalandi í august mánaði.
Venjari hjá føroyska liðnum er Svein Rógvi Nielsen, og afturat sær hevur hann Karl L. Johansen, hjálparvenjara og Jákup Durhuus, liðleiðari.
Spælararnir, sum ætlandi skulu við á ferðini eru hesir:
Sveinur Justinussen, Jørmund Joensen og Pauli G. Hansen úr StÍF. Dánjal H. Kjærbo úr Stjørnuni. Bjarni Arnason og Heini Ellingsgaard úr Kyndli. Regin Petersen, Dan Thorleifsson, Ragnar Staksund, Vagnur Mortensen, Ræni Slættanes, Helgi K. Justinusen, Levi Tróndarson og Rói Eysturdal úr Neistanum.
Genturnar til Kroatia
Eina viku eftir at mansunglingarnir eru farnir avstað, skulu U-20 kvinnurnar eisini leggja leiðina eystureftir.
Tær skulu , eins og dreingirnir, luttaka í EM-undankapping, og verður tað í Split í Kroatia, at tær skulu royna seg.
Føroysku kvinnurnar eru í bólki saman við Kroatia, Azerbadjan og Bulgaria, og verður tað bert vinnarin í bólkinum, sum tryggjar sær atgongd til endaspælið, sum verður í Fraklandi í august mánaði.
Venjarar hjá kvinnulandsliðinum eru Rene Kristensen og Flemming Raben, sum harumframt eisini fáa hjálp frá liðleiðaranum, Ann Rubeksen.
Venjararnir hava tikið 13 leikarar út til ferðina, og eru hesar:
Heidi Jacobsen, Tjaldur. Sólrun Jacobsen, Gurið Mortensen og Ingva Vestergaard úr VB. Nikolina Joensen úr VÍF. Svanna Kjær, Ada Joensen, Guðny Næs, Ata Høgnadóttir, Lív Sørensen og Rakul Augustinussen úr Neistanum. Fríða Johannesen úr Kyndli. Guðrun Ólavsdóttir og Elin Jacobsen úr StÍF.
Kvinnurnar móti Svøríki
Lutakastið til komandi HM-undankapping fyri kvinnur var í Rumenia fyrradagin, og varð tá gjørt av, hvussu føroysku kvinnurnar skulu leika.
Úrslitið varð, at Føroysku genturnar í fyrsta umfari skulu spæla móti svenska landsliðinum, og verða dystirnir leiktir í ávíkavist november og desember í ár.
Um so er, at føroysku kvinnurnar megna at basa sviunum, skulu tær spæla tveir dystir í sonevndu Play-Off kappingini, har møguleiki er at vinna sær atgongd til endaspælið, sum verður í Italia í desember 2001.