ÚTGÁVA
Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur givið út áhugaverdan bókling um føroyska umhvørvið í tølum. Bóklingurin, sum eitur Føroya umhvørvi í tølum 2001, er triðja útgávan av sínum slag. Í honum eru yvirlit yvir kanningar av umhvørvisligum týdningi, ið eru gjørdar í Føroyum.
Fyrsta útgávan Føroya umhvørvi í tølum 1997 varð prentað í 100 eintøkum, sum vísti seg at vera alt ov fá. Onnur útgávan, sum kom tvey ár seinni, var tískil fyri ein part uppafturprent av teirri fyrru, tó við nýggjum tølum eisini. Tað nýggja, sum er við í bóklinginum, sum júst er komin, er parturin um dioksin, sum víst verður til á hesi síðuni eisini.
Í kunningini í sambandi við útgávuna, sigur skrivarin í arbeiðsbólkinum, Maria Dam, at dentur eru lagdur á tíðarrøðir av kyksilvur-kanningum í hesum bóklinginum. Tað vil siga, at hugt verður at broytingum í kyksilvurinnihaldinum yvir eitt tíðarsekið, sum helst skal røkka aftur til tíðina fyri ídnaðarkollveltingina. Sagt verður, at kanningarnar ikki eru lidnar, men at fyribilsúrslitini eru áhugaverd.
Ætlanini við hesi frágreiðingini er, at úrslit frá teimum kanningum, sum verða gjørdar innan karmarnar av ?Umhvørviseftiransingarætlan fyri Føroyar?, og sum hava týdning fyri fatanina av føroyska umhvørvinum yvirhøvur, koma almenninginum til kunningar.
Frágreiðingin er skrivað soleiðis, at hon í stuttum hevur eina yvirlitsmynd av úrslitum frá teimum kanningum, sum eru framdar. Dentur er lagdur á djór, annaðhvørt tí tey hava týdning sum matvøra, ella tí tey orsakað av livihátti og útbreiðslu eru egnað at greiða frá føroyska umhvørvinum. Frágreiðingin skal kunna nýtast av lærarum og næmingum í framhaldssflokkum, lesandi, politikarum og fólki, sum eru áhugað í umhvørvisviðurskiftum yvirhøvur.
Frágreiðingin byggir víðari á ætlan frá arbeiðsbólki, sum í november 1991 varð settur at gera uppskot til umhvørviseftiransingarætlan fyri Føroyar. Hetta uppskot varð latið Føroya landsstýri á vári 1995, og á heysti sama ár gjørdi Føroya Landsstýri av at seta arbeiðsbólk við umboðum fyri Fróðskaparsetur Føroya, Føroya Náttúrugripasavn, Heilsufrøðiligu Starvsstovuni og Fiskirannsóknarstovuni. Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur havt fyrisitingarliga myndugleikan. Í stórum mun er frágreiðingin skrivað av fólki haðani, eins og undanfarnu bóklingar. Týðandi partar eru tó skrivaðir av fólki frá hinum stovnunum eisini.