Fyri góðari viku síðan lat Kiwanis Tórshavn eitt IP-radio til Hotel Ørkina í
Reykjavík.
Eitt IP-radio er eitt útvarpstól, sum umvegis alnetið hevur samband við
fleiri túsund útvarpsstøðir. Í millum allar hesar rásirnar eru eisini tær
føroysku, so nú ber dagliga til hjá føroyskum gestum, sum búgva á Hotel
Ørkini, at hoyra tíðindi og aðrar føroyskar sendingar.
Tað var Sámal Báhamar, sum vegna Kiwanis Tórshavn, handaði tólið til Ørkina.
Saman við honum til handanina var eisini Hilmar Svavarsson, sum er the
grand old man hjá Kiwanis í Íslandi.
Á Ørkini eru tey sera fegin um internetútvarpið, sum er við til at gera
umstøðurnar enn meira hugnaligar og heimligar fyri føroysku gestirnar, verður sagt í tíðindaskrivi.