Føroyskt ment alarmskipan á Sornfelli

Tað er fyritøkan Globi SP/F, ið hevur ment skipanina, sum í hesum døgum verður sýnd fram á stórari KT-messu í Oslo

Tað er Regin W. Dalsgaard, sum hevur ment hesa alarmskipanina, sum virkar umvegis sms-skipanina.

Skipanin er í høvuðsheitinum ein alarm/kunningarskipan, ið sendir sms-boð til starvsfólk, um nakað er áfatt. Skipanin er í brúk hjá Færøernes Kommando í sambandi við skipanina á Sornfelli.

Í hesum døgum er Regin W. Dalsgaard í norska høvuðsstaðnum Oslo, har ein KT-messa er. Tað eru mong ár síðani, at ein KT-messa seinast var í Noregi, og tí vænta fyriskipararnir nógv fólk. Talan er um eina Business2Business messu, og tað merkir, at bert fyritøkur kunnu vitja á messuni.

Regin W. Dalsgaard fer at bjóða GlobiSMS-skipanina fram á hesi messu.

Færøernes Kommando sigur í sølutilfari hjá Globi:

»Globialarm skipanin merkir í stuttum, at okkum ikki nýtist at vera á staðnum. Í okkara skipan er neyðugt at vita, um trýstið er optimalt, um køliskipanin virkar, um streymur er á osfr. Við Globialarm er øll hendan vitan tøk – í okkara lummum og á okkara fartelefonum. Og av tí at skipanin er web-grundað, kunnu vit vera hvar tað skal vera í heiminum og svara alarminum«

Globi ætlar nú at koma inn á norska marknaðin við skipanini.