Føroyskt mál

at Marka og at Oyramerkja - tvey vanlig føroysk orð

Regin Eikhólm

 

Fyri tann sum er vaksin upp saman við føroyskum seyðahaldi hava orðini at marka og at oyramerkja hvør sín vældefineraðan týdning. Hvør hagapartur hevur sítt seyðamerki, og lombini verða markað við at skera ávís mynstur í oyra ella oyruni og hetta merkið gongur seyðurin við restina av lívinum. At marka er sostatt ein irreversibel proces, tí merkið verður ikki broytt og kann ikki ganga aftur ella umdoybast.

At oyramerkja harafturímóti er at gera eitt hol í oyra og klipsa eitt oyramerki í. Oyramerkið verður gjørt úr metalli (kopar/messing, aluminium) ella plastikki. Á oyramerkið verður skrivað árstal fyri aldur, tlf. nr. hjá eigara umframt at fleiri litir eru at velja ímillum. Oyramerkið kann skiftast út við eitt nýtt við aðrari áskrift, um tað er ynskiligt. At oyramerkja er sostatt ein reversibel proces, tí til ber at broyta og umdoypa.

At marka er álitisstarv, ið bóndin ella seyðamaðurin helst sjálvur tekur sær av, men at oyramerkja er nærmast hvørs mans føri.

At øremærke á donskum kann bæði vera at marka og/ella at oyramerkja. Tað er tí ikki nøktandi einans at týða at øremærke til at marka.

Í Føroyum hevur verið vanligt at oyramerkja síðani einaferð fyrst í 1950, og ein stórur partur av okkara gott 70.000 seyðum hava oyramerki, men enn hevur ongin føroysk orðabók tikið orðið upp. Hinvegin hava tey 5 – 10, sum í Føroyum eru tignarliga oyramerkt við latínska heitinum professari, fyri langari tíð síðan fingið teirra professorala oyramerki við í orðabøkurnar, hóast henda tignarliga oyramerking ikki byrjaði her heima fyrr enn í 1965. Men sum skriva stendur, ein og hvør er sær sjálvum næstur!

Í politikki eru javanan broytingar bæði hvat í ideologium og peninga játtanum viðvíkjur, so í tí sambandi er heldur talan um at oyramerkja enn at marka. Fyrrverandi danski statsministarin, Jens Otto Krag (1914-78) sáli, segði tað sera greitt: “Man har et standpunkt til man ta’r et nyt”.

 

Tórshavn 30.04.2007