KRÁS
Bygningurin, har matvøruvirkið Krás húsast við havnalagið í Hósvík, hevur sína søgu, og í nøkur ár var hetta eitt sláturvirki, sum MBM, Meginfelag Búnaðarmanna, átti og rak. Tá kallaðist virkið MBM-Kjøt. Síðan P/F Poul Hansen keypti bygningin og flutti sína framleiðslu til Hósvíkar, hevur hetta verið eitt matvøruvirkið burtur av – men ikki sláturvirki.
Í fjør heyst varð virkið góðkent av Heilsufrøðiligu Starvsstovuni til sláturs og fletting, men góðkenningin var treytað av, at matvøruframleiðslan á virkinum varð niðurløgd, meðan hetta virksemi fór fram.
Alberg Gaardlykke, dagligur leiðari á Krás, sigur, at tey gjørdu eina roynd at fletta í fjør heyst, og talið gjørdist 600 seyðir. Hann ásannar, at Krás saktans kann fleirifalda hetta tal, um umstøðurnar eru tær røttu.
Útbygging neyðug
- Skulu vit fletta, noyðast vit at rigga okkum øðrvísi. Tí ætla vit at byggja eitt sindur uppí. Trupulleikin í fjør var, at vit noyddust at leggja matvøruframleiðsluna niður, tá vit flettu, og tað kunnu vit ikki byggja flettingina á. Vanliga flettu vit fríggjakvøld og leygardag, og tað er ov kostnaðarmikið. Nú ætla vit at fremja eina minni útbygging og gera nakrar broytingar, soleiðis at vit eisini kunnu arbeiða inni á virkinum, meðan vit fletta. Tað merkir, at alt verður opið og koyrandi í senn.
Alberg sigur, at neyðugt verður at broyta umstøðurnar til móttøku av seyði, og tá kjøtið verður latið útaftur.
- Eitt nú skal eitt krov, sum vit fletta, ikki flytast fram við livirpostei ella øðrum matvørum hjá okkum. Tí arbeiða vit við at skapa røttu karmarnar fyri at kunna fletta seyðin rætt, samstundis sum matvøruframleiðslan á virkinum ikki verður órógvað av hesum arbeiði.
Leiðarin á Krás minnir á, at virkið hevur góðkenning frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni til at fletta, og tí er tann parturin av umstøðunum annars í lagi.
- Men tað er kombinatiónin millum fletting og matvøruframleiðsluna, sum skal tryggjast, soleiðis at alt kann vera í gongd samstundis, endurtekur hann.
Óavmarkað tal
Men hvussu nógv lomb kann Krás fletta, tá umstøðurnar verða betri?
- Vit skulu hava eitt eyka lið av monnum inn, sum skulu dríva ta linjuna, sum verður fletting. Eg vænti, at talan verður um einar 5-6 mans, sum burtur av koma at arbeiða á hesi linju, meðan slátur er. Í mínari verð er einki mark fyri, hvussu nógvan seyð vit kunnu fletta, tá flettingarliðið er tókt, og umstøðurnar eru tillagaðar virkseminum annars. Vit skipa eina linju, og í staðin fyri, at ein maður stendur og tummar, setir tú fýra mans at tumma. Í Íslandi standa 28 mans eftir linjuni, og teir fletta einar 1000 seyðir um dagin. Einir 5-6 mans skuldu helst flett eini 150 lomb í ein dag.
Alberg sigur, at flettingartíðin helst byrjar so smátt umleið 20. september og fer at vara til umleið 5. november. Hásesongin verður frá 1. oktober til 20. oktober.
- Vit ætla at keypa so nógv kjøt, sum vit sleppa at keypa. Síðan ætla vit at fletta sum tænastu fyri teir, sum vilja hava kjøtið aftur. Ætlanin er soleiðis bæði at fletta til egið brúk á Krás – og at fletta fyri aðrar, sum taka sær av kjøtinum sjálvir.
Matstovuvinnan
Men er eftirspurningur eftir føroyskum seyðakjøti?
- Jú, eftirspurningur er, serliga innan matstovuvinnuna. Fram til í fjør kundi tú ikki fara á føroyska matstovu og keypa tær føroyskt lambskjøt, tí einki virki fyri ta tíð var góðkent sum sláturvirki.
Alberg dylur ikki fyri, at Hotel Føroyar er teirra stóri og góði kundi, tá ræður um føroyskt lambskjøt, men onnur trúgv viðskiftafólk eru eisini.
- Keyparin avger, hvussu hann vil hava kjøtið. Ryggir fóru sum ryggir, og tjógvini útbeinaðu vit fyri teir. Í nýggju matstovuni Áarstova gjørdist føroyski bógvurin hjá Krás ein eftirspurdur døgurði til tvey. Hetta er ein heilur bógvur, sum ikki er útbeinaður. Válgari og síða eru tá ikki við.
Loysir tað seg at slakta seyð, selja kjøtið og fáa forrætning burtur úr hesum?
- Ja, annars høvdu vit ikki gjørt tað, leggur leiðarin á Krás dent á.
Ræst kjøt
Alberg Gaardlykke sigur, at eitt, sum tey á Krás eru rættiliga spent upp á, er at kunna ræsa nakað av kjøti, sum síðan verður selt út í matvøruhandlarnar.
- Hugskotið er, at viðskiftafólk – í staðin fyri at keypa heil krov og ræsa tey sjálvi – kunnu keypa tað, tey hava brúk fyri av røstum kjøti, sum er klárt at koyra í pottin. Ætlanin hjá okkum er at ræsa føroyskt seyðakjøt longu til heystar. Á henda hátt sleppa fólk eisini frá at ansa eftir kjøtinum sjálvi, leggur dagligi leiðarin á Krás aftrat.