Føroyskt heavy metal fekk Ísland at smelta

Fyrst í novembur mánaði vóru føroysku tónleikabólkarnir SIC og 48 Pages í Íslandi, har teir góvu 5 konsertir. Við bólkunum og sum ferðaleiðari var Karl Anton Klein, sum mangan fyrr hevur skipað fyri tílíkum túrum.

Seinni partur

Gaukur á Stong. ROCKNROLL!!
Klokkan var 24:00, og tey stóru hølini í Gaukur á Stong vóru proppað við fólki. Hetta var seinna og síðsta kon­sert­in hendan dagin. Gotiski rokk­bólkurin Dimma byrjaði konsertina og fingu teir fólkið upp á kók. Næstur á pallinum var 48 Pages. Eitt sindur av iva var um, hvussu fjøldin fór at taka ímóti føroysku bólkunum, tí at íslendsku rokkararnir vóru heilt annarsleiðis og fangaðu fjøldina uppá ein ófórkláraðan máta. 48 Pages løgdu út við einum knasandi lagi, men av tí at teir ikki fingu ein ljóðprøva gjørdi tað, at summi elektronisk ljóðføri ikki komu ígjøgnum annleggið. Og so var ljóðið heldur ikki tað besta. Fjøldin minkaði sera skjótt, og tað kiksaði meira og meira hjá bólkinum. Men sum altíð, so endaði tað við, at teir fingu nakrar herligar fjepparar, sum sótu í einum hjørni og vóru skít.
Aftaná framførsluna hjá 48 Pages var SIC næst og síðst á skránni. Tað vóru øgiliga merki­ligar vibratiónir í húsinum, og tað gjørdi tónleikaranar øgiliga forvirraðar. Men so skjótt, sum SIC byrjaðu at leika í, komu fólk spakuliga innaftur á gólvið. Tað gingu eini 3 løg, og so var gólvið hálvt fult aftur. SIC góvu teirra extremu og sum hvørja ferð ógloymandi framførslu, har teir enn einaferð tóku øll alvorliga á bóli. Fólk headbangaðu (dansaðu) og róptu av gleði. Konsertin endaði so við at verða ein fín konsert. Merkilig, men fín.
Tónleikamiðstøðin. Eingin fjøld. Bjóðaðir til Italia
Næsti dagurin var 5.november og dagurin byrjaði sjálvandi við einum deiligum túri oman í uttandura svimjihøllina at frískast upp til tann langa dagin, sum bíðaði.
Aftaná hetta varð kósin sett ímóti Hellirinn. Tónleika­miðstøðin í Reykjavík. Tað var eitt risastórt hús, har meira enn 80 tónleikabólkar hildu til, tó eini fýra í hvørjum høli. Bert ein maður var aftanfyri hetta. Maðurin, sum skipaði fyri kon­sertini, Danny Pollock. Ein ordans rokkari í sínari egnu verð, sum einsamallur hevði keypt húsið fyri nakrar góðar milliónir. Hann stóð fyri øllum í húsinum. Konsertum, ljóðprøvum og tónleikahølinum. Hann minti nógv um okkara egna Karl Anton Klein, sum er leiðari á ART, uppiyvir Margarinfabrikkini í Tórshavn.
Ljóðprøvar vóru hildnir, og alt riggaði væl. Staðið var spennandi og føroysku tónleikabólkarnir væntaðu eitt ordans brak seinni á kvøldi. Síðani setti man kós aftur ímóti Hotel Ørkini, har Karl Anton hevði gjørt døgurða. Einir tveir tímar gingu, og man møtti upp á Hellirinn frískur og glaður, aðrir minni frískir, men glaðir.
Konsertin byrjaði klokkan 21:00, og fólk byrjaðu so smátt at koma. Tríggir íslendskir rokk­bólkar spældu fyrst, og síðani komu 48 Pages á pallin. Ikki visti nakar hví og hvat. Men knappliga var fjøldin vekk. Og einasta fólkið í hølinum var manningin í SIC, Karl Anton og ljóðmaðurin. Hetta var sera løgið, men øll fingu flent gott ígjøgnum, og 48 Pages smekkaðu til við einum orkufullum lagi. Tað var ein feit framførsla, ið kom frá bólkinum hetta kvøldið. Spældi væl og alt gekk, sum tað skuldi. Næstan.
Síðani komu SIC á pallin við einum annarsleiðis smíli enn vanligt. Man kundi ikki rættiliga finna út av, hvørjum man skuldi spæla fyri. Men alt var cool, og SIC tendraðu bumbuna. Hesaferð nakað minni ógvusligt enn aðrar ferðir. Kanska tí at eingin serlig fjøld var á gólvinum. Mikkjal stóð einsamallur og framførdi á pallinum, og tað sá heilt syrgiligt út. Hinir tónleikararnir stóðu sum nakrir tinsoldatar.
Konsertin endaði, og man fór backstage at slappa av, áðrenn man skuldi pakka øll ljóðførini niður aftur í vognin. Ímeðan man sat har aftaná eina alvorliga løgna konsert, kom ein ung kona yvir til 48 Pages. Hon hevði sæð framførsluna og elskaði hana. Hon vildi gjarna umboða bólkin í Italia. Hennara heimland. Hon fortaldi eina rúgvu og bað okkum kontakta seg aftur, tá ið vit vóru heima í Føroyum aftur.
6. november og seinasta konsertin er á skránni. Allir tónleikaranir vóru meir ella minni útkoyrdir, men vónaðu, at hetta kundi enda við einum góðum endabraki. Áðrenn farið varð til konsertstaðið, vóru vit einir 5, sum hoppaðu inn í bilin og drønaðu avstað til Bláa Lónið, so vit kundi slappa heilt av. Tá tað var yvirstaðið gjørdi man klárt at fara til næsta og síðsta spælistaðið. Dillon at staðið. Ein kend lítil barr mitt á gongugøtuni. Vit skuldu spæla saman við kenda orkestrinum Sign. Húsið var lítið, so tað bleiv rættiliga skjótt fult. 48 Pages byrjaðu og góvu so eisini teirra bestu framførslu á túrinum og fingu fólk í gott lag. Fjøldin klappaði óført og 48 Pages vóru væl at merkja í toppformi.
SIC spældi aftaná og góvu enn einaferð eina ótrúliga framførslu við orku og følilsi. Tað var so nógv power í tónleikinum, at fólk rullaðu inn gjøgnum dyrnar. Tá SIC høvdu spælt sín tónleik kom íslendski bólkurin Sign fram á pallin og framførdu teirra glam rokktónleik. Eitt skal man vita. Tað er farligt at upptraðka á einum palli aftaná ein bólk sum SIC, tí meira power enn tað, sum er í teimum, er ringt at finna. Men íslendski bólkurin fekk eina fína konsert burturúr.
Tiltakið var liðugt og kon­sert­ferðin var at enda. Allir tónleikararnir vóru sera nøgdir við túrin og høvdu eina rúgvu at arbeiða ímóti, tá ið man heimaftur var komin. Ein læru­ríkur túrur við nógvum av­­bjóðingum. Vit vilja ráða einum og hvørjum tónleikara at gera slíkar konsertferðir. Takk til Karl Anton Klein, leiðara.

www.entersic.com
www.48pages.net
Stuðlar
Vit vilja sjálvandi takka øllum stuðlum fyri teirra hjálp. Uttan hesar hevði túrurin ikki blivið til nakað.
Tøkk til:
Atlantic Airways  Norden  Smyril Line  Mentamálaráðið  Barnabata  Fitur  Tórshavnar Býrað  Mentunargrunn Landsins  Spren Rex  Sosialin - BP.