Fríggjadagin var reisigildi í tí, sum um hálvtannað ár fer at verða millum tey støðini, ið flest ferðafólk fara at leita sær.
Talan er um Den Blå Planet sum í hesum døgum verður bygt í Kastrup Havn, og sum samstundis fer at vera størsta akvariumið í Norðureuropa.
Í nýggju ferðafólka-magnetini verður eitt stórt heimshav, sum hevur 3000 rúmmetrar av sjógvi. Hetta innandura heimshavið er sundurskorið av einum tunli, har ein kann spáka sær ein túr á havsins botni, meðan hávar og skøtur svimja íkring teg. Uttandura er nýggi og stásiligi bygningurin formaður sum ein íða.
Væntað verður, at Den Blå Planet fer at teljast millum fimm tær størstu ferðafólka-magnetirnar í Danmark. Ikki færri enn 60 størri og smærri akvarium verða í bygninginum, sum skal takast í nýtslu á vári 2013.
Tað sum ger henda bygningin so serstakan og forkunnugan fyri føroysk ferðafólk er, at umframt heimshavið, afrikanskar sjógvar og koralriv, fer eisini at hava eitt føroyskt fuglaberg.










