Føroyskt - eitt sjómannamál

Hey Eyðun

Altíð hugaligt at lesa málstubbar tínar í Sosialinum; haldi, eg havi lisið teir flestu.

Havi higartil verið samdur í øllum - og eri tað enn, so tað er ikki orsøkin til, at hetta verður skrivað. Eg sá teg brúka orðið tosa. Hetta orð og onnur inngrógvin orð ætli eg at gera nakrar viðmerkingar til - og vónandi fáa onkran viðmerkjara at tríva í pennin eisini um hesi.

Men eg byrji við at viðgera onnur orð fyrst, so orðið tosa lættari sæst í tí heildini; so tað sæst, hvat eg meini við.

Fyrst orðið fartelefon. Skrivaði á sinni til Fróðskaparsetrið (Jógvan við Ánna) og spurdi, hvat í verðini meiningin var við hesum knortluta bryggi. Svarið, eg fekk, var, at far- og ferða- bæði renna av somu rót. Og tað veit eg væl, - so tað kann eg ikki brúka til nakað! Hann var tó ikki beinleiðis ósamdur við mær, so frægt eg skilti tað. Men hann legði afturat, at orðsmiðurin helst hevði miðað eftir einum so stuttum og snøggum orði sum gjørligt. Og hann helt ikki, at orsøk var til at broyta hetta orð, - sum hartil var vorðið so vanligt millum manna.

Men tað haldi eg! Á føroyskum átti at verið alljóst, at hetta skal vera ferðatelefon. Og eisini ferðatelda - ikki fartelda. Eins og tað heitir ferðagóðs - ikki fargóðs, - um ikki talan er um bingjur og annað, sum ikki kann handfarast av øðrum enn Superman. Handa málspilla kemur beinleiðis úr íslendskum. Íslendska far- merkir ferða- á føroyskum. Farsimi = ferðatelefon. So her er talan beinleiðis um eitt íslendskt orð á føroyskum! Men á føroyskum ferðast vit tó eftir eini farleið, t.e. ein leið, ið farandi er eftir!

Hinvegin heitir tað Farstøðin - ikki Ferðastøðin, tí navnið miðar til før - ikki ferðafólk. Annars vildi tað verið Ferðamannastøðin. Her verður miðað eftir skipum, bussum, trailarum osv., tískil Farstøðin. Men hetta er so eisini eitt heilt annað orð, - men rennur av somu rót(!) - harra Jógvan við Ánna!

Eg hevði skilt orðið fartelefon, um henda var boltað fast til eitt far (ella hevði hjól), sum t.d. gomlu Storno telefonirnar, sum hýruvagnarnir nýttu farnu øld. Men ein nútímans ferðatelefon, sum lættliga kann havast í munninum... nei, nei, harra málspillarar og wanna-be orðsmiðir. Í mínum eygum (og serliga oyrum) hevur Fróðskaparsetrið (t.e. Føroyamálsdeildin) ongantíð verið annað enn ein útreiðsla við einkarrætti til at spilla føroyska málið – við borgarans skattakrónum og Løgtingsins vælsignilsi! ??Men vit eru eisini onnur, sum duga at handfara málið - bæði talað og ritað - hóast eingin okkara er fullbúgvin! Men vit eru ikki mong! Eyðun á Borg, eg - og so nøkur heilt fá tandur afturat (Eyðun er kennari við fólkaskúla á Argjum, minnist meg rætt). Støðan er snøgt sagt hættislig! Havi hoyrt sokallaðan málfrøðing, frá Fróðskaparsetrinum, í útvarpinum, við einum málbrúki, sum er undir øllum sømiligum mørkum. Má viðganga, at eg krøkti tærnar saman! Og er hetta nakað, eg javnan geri!??Og so, fyri at nærkast orðinum tosa: Orðið starv. Í dag hava vit eitt starv, verða sett í starv, tala um starvssetanir - og mín sann - so starvast vit eisini!!!??Ja, føroyska málið er av sonnum eitt sjómannamál! Og vit, sum hava siglt nøkur ár, vita, hvussu tað málið er! Har eru nógv sera stuttlig orð - og nógv ljót og fúl eisini! Orð verða bend og snarað, so mangan er stuttligt at hoyra teir, sum bestir eru til hetta kynstur.??Eg eri vísur í, at orðið starv, sum tað verður nýtt í dag, er íkomið á henda hátt. Gamalt var at siga um mann, ið var heilt eiðasørur til ávíst yrki, at hann var púra starvur. Og sjómannamáli líkt so er lítið at ivast í, at um onkur spurdi, hvat Jógvan fæst við, nú hann ikki er við hendan túrin til skips, so varð t.d. svarað: Well, hann starvast hjá tí almenna. Við øðrum orðum: Hann klombrast við onkrum, hann einki skil hevur fyri.??Í dag er so hetta orðið hevjað upp til at vera gott føroyskt mál! Men júst hetta dømið er stuttligt - og orðið kærkomið, tá vit ikki hava mong onnur til endamálið. Orðið bendist eisini væl, meðan t.d. orðini yrki og arbeiði ikki eru eins liðilig. Og orðið vinna verður brúkt til onnur endamál í dag, so tað er ofta fløkjasligt at nýta í hesum høpi.??Verri er við orðinum tosa, tí vit hava sera mong góð og nógv betri orð at seta ístaðin!

Havi prátað við fleiri fólk, flestu teirra við høgan aldur, um júst hetta orð. Og sýnist tað mær, at flestu teirra, ið bera kenslu við orðið í upphavliga týdninginum, eru suðuroyingar.

Gamalt var, at maðkarnir tosa - ikki fólk. Helst eisini íkomið umborð á skipi. At tosa er/var at teska, mutla osv. (minnist meg rætt), so hetta var eitt frálíkt orð hjá sjófólki at spæla sær við. Vit kunnu kanska siga, at orðið hellir til danska "snak!".??Størstu skuldina hava løgmenn okkara, at orðið gjørdist so vanligt millum manna - eins og so mangar aðrar málspillur! Og løgmaður merkir polittikari á føroyskum! Men her er so enn eitt dømi um, at eitt gott føroyskt orð er oytt og danska lániorðið polittikari mátti setast í stað tess!

Stuttligast er samansetta orðið álvaratos! Also: Álvari við als ongum álvara! Hetta er genialt sjómannabryggj – kallað Oxymoron á enskum – selvmodsigelse á donskum - (sí www.oxymoronlist.com)!

Hvat orð kunnu vit so nýta ístaðin? Rætta og besta orðið er tala. Vit tala saman. Vit samtala eisini. Men vit samrøða ikki - eitt orð, vit javnan hoyra! Ein røða er ein røða (monolog) - og ikki kann samrøðast! Vit kunnu tala saman, práta saman, standa undir neystavegginum og skrava (t.e. tala um veður og vind og alt og einki). Og ørgrynna av øðrum orðum finnast eisini. Fáið orðið tosa burtur úr málinum - í hesum týdningi!??Men hvat so við talarastólinum? Hetta orð er danskt! Tað heitir røðarapallur á føroyskum. Og á honum verða røður hildnar, fluttar fram osv., men har verður ikki talað (men kanska talað at, um onkur órógvar røðaran).??Nøkur dømi, har tosa ikki kann nýtast fyri orðið tala - og skuldi avdúkað hetta orð:??Samtala (samtosan), talimál (tosimál), talifrælsi (tosifrælsi) osv. osv.??Vónandi fær hetta okkum øll til at síggja, hvussu avmarkað orðið tosa er og skuldi sýnt, at pláss ikki er fyri tí í føroysku mállæruni - tvs. í hesum týdningi! Hatta orðið er ætlað sum skemt - ikki til vanligt gerandismál.

Legg til merkis, at eg væl veit, at mál eru livandi og broytast við tíðini og at eg einki havi ímóti nýggjum snøggum orðum. Men í Føroyum tykist tað sum um, at meira verður gjørt burtur úr at broyta og oyða gamlar dýrgripir – heldur enn at menna nýggj orð, sum vit ikki longu hava í málinum.??Og til stuttleika - og álvara: Sjúkrarøktarfrøðingur. Hví ikki avdúka undirlutakensluna til fulnar og kalla seg: Sjúkrarøktar-ser-frøðingur-sum-er-næstan-lækni-og-meira-enn-hini-minni-kvalifiseraðu-sum-yvirtaka-okkara-pláss-í-sjúkrahúsverkinum. Vit vita jú kortini, at hetta er endamálið við orðinum sjúkrarøktarfrøðingur, tað er bara meira innballað!??So skylda vit eisini øðrum bólkum í samfelagnum, sum eru (ser-)frøðingar á sínum øki sama heiður: Lekjarafrøðingur (læknafrøðingur), løgreglufrøðingur, ruskfrøðingur, sjómannafrøðingur, sløkkiliðsfrøðingur, pedagogfrøðingur, flakakvinnufrøðingur, kennarafrøðingur, hýruvognsfrøðingur.....??Tit eru also langt, langt úti, tit sjúkrasystrar - also tit, sum valdu hatta ræðuliga heitið, millum øll hini uppskotini! Var eingin, sum talaði at??? (ella tosaði at, hehe!)??Tit hava í stuttum oytt frálíka orðið frøðingur - og harvið eisini serfrøðingur! Nú er neyðugt at lána fremmand orð sum expert, specialist osv, fyri at tað skal geva nakra meining - til serfrøðingarnar, men hetta eru vit so von við ídag! Skammið tykkum!??Væl eru tit frøðingar - og ikki er neyðugt at nevna tað í heitinum - tað vita øll, men føroyskt er so ikki tykkara serfrøði - tað sæst á øllum brøgdum! (Orsakið, at eg láni tykkara brand-name-variant.)??Má líka viðmerkja, at Sjúkrarøktarfrøðingur et TAÐ orðið, eg hati mest av øllum tápuligum føroyskum fyribrigdum og er orsøkin til, at eg taki tað fram her! Hvat er galið við orðinum Sjúkrarøktari??? Lekjarin (læknin) lekir (viðhvørt), tit røkja sjúklingin - sera týdningarmikið fyri lekingina - og tit vita nógv um heilivág osv. - og eru næstan læknar, ja meira, á ávísum økjum. Og ja, tit eru eins týdningarmikil og lekjarin – og lekjarin kann ikki fattast tykkum! So komið líka niður á jørðina aftur.

Eg havi nógv, nógv annað, eg kundi trivið í, men lat tað liggja til einaferð seinni.

?Við málkvøðu úr Bangkok, 24. desembur 2007?