Føroyskt DNA í fokus

Virda amerikanska Bloomberg-tíðarriti hevur í hesum døgum stóra grein um føroysku íleguverkætlanina.

Í greinini verður greitt frá slóðbrótandi ætlanini at skráseta ílegurnar (DNA) hjá hvørjum einasta føroyingi, og nortið verður við, hvørjar møguleikar hetta kundi borið við sær innan føroysku fólkaheilsuna og innan gransking sum heild. Og eitt nú nevna tey CDT sum dømi um, hvussu einfalt tað kann vera at fyribyrgja sjúkum, um bert veruliga orsøkin verður funnin.

Bogi Eliasen, sum er ein av oddamonnunum í FarGen-verkætlanini sigur við Bloomberg, at arbeiðið við at skráseta føroysku ílegurnar kann taka eini tíggju ár, og at samlaði kostnaðurin helst verður á leið $100.000.000.

- Einki er at ivast í, at ílegugransking er komin fyri at vera. Vit skulu finna útav, hvussu vit fáa hetta at rigga her hjá okkum. Sjálvandi er gransking eisini áhugaverd, men mítt fokus hevur alla tíð verið vent ímóti, hvat vit kunnu brúka hetta til, sigur Bogi Eliasen við Bloomberg.

Greinin kann lesast her: www.bloomberg.com/news/2013-02-25/faroes-50-000-residents-leap-into-dna-testing-quagmire.html