KYNSSJÚKUR
- Vit vita, at kynssjúkur eru sera vanligar millum ung í Føroyum. Hesar sjúkur kunnu hava sera álvarsamar avleiðingar. Sum dømi kunnu nevnast, at klamydiaígerð kann hava barnloysi við sær, eins og HPV-virus kann elva til krabbamein í lívmóðurhálsinum.
Tað sigur Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi í viðmerkingum sínum til fýra fyrispurningar, sum hon setti Helenu Dam á Neystabø, landsstýriskvinnu í undirvísingarmálum herfyri.
Fyrispurningurin var skrivligur, og mikudagin í farnu viku fekk Bjørt Samuelsen so svar (sí yvirav).
Bjørt Samuelsen vísir á, at 7. hvør føroyingur er smittaður við klamydia. Hesi tøl eru grundað á hagtøl yvirung, sum hava latið seg kannað fyri sjúkuna í fyrraárið.
Talið á tilburðum er vaksið nógv seinastu árini, og størstur er títtleikin ímillum ung í aldrinum 15-29 ár. Havast skal eisini í huga, at tað eru verri enn so øll, sum hava klamydia, ið lata seg kanna, tí ofta vita tey ikki av, at tey eru smittað.
- Tá ein veit, at lætt er at verja seg ímóti klamydiu við at nýta hýt, so benda tølini greitt á, at neyðug fyribyrging ikki verður nýtt. Og tað merkir eisini, at vandin fyri at verða smittaður við øðrum kynssjúkum er stórur. Lítið er at ivast í, at holl undirvísing í kynsligari heilsu, hevði kunnað gjørt stóran mun til tess at fyribyrgja kynssjúkur, sigur Bjørt Samuelsen í viðmerkingunum.
Holl undirvísing
Bjørt Samuelsen fílist á, at einki verður nevnt um kynssjúkur og fyribyrging av hesum í fólkaheilsuætlanini hjá føroyingum. Hon sigur, at Landslæknin og Fólkaheilsuráðið gera eitt ávíst arbeiði at seta fokus á kynssjúkur, eitt nú við at upplýsa um vaksandi talið av tilburðum av eitt nú klamydia.
- Men síðani AIDS-ráðið varð niðurlagt og umskipað til Fyribyrgingarráðið (nú Fólkaheilsuráðið), tykist fokusið á fyribyrging og hetta at nýta hýt vera minkað munandi. Og sum heild tykist økið ikki at fáa tað uppmerksemi, tað átti at fingið, tá hugsað verður um, hvussu stóran týdning tað hevur fyri tey ungu og teirra vaksnamannalív, sigur Bjørt Samuelsen í viðmerkingunum.
Heldur ikki, tá talan er um undirvísing innan kynssjúkur er støðan nøktandi. Ein kanning hjá Maluni Egholm vísir, at hvørki lærarar ella næmingar nøgdir við støðið á undirvísingini í kynsligari heilsu.
- Í ritgerðini verður víst á, at skúlarnir fylgja einari gamlari vegleiðandi lesiætlan frá 1993. Hvørki lærarar ella næmingar eru nøgdir við støðið á undirvísingini um kynslív, og teir lærarar, sum undirvísa, hava ongan serstakan førleika at undirvísa ungum um hetta evnið. Í flestu førum eru tað lærararnir í lívfrøði, ið verða settir at taka sær av undirvísingini, sigur Bjørt Samuelsen.
Hon heldur, at lítil ivi er um, at dygdargóð undirvísing í kynligari heilsu veruliga kann hava stóra ávirkan á tey ungu og atburð teirra.
- Holl undirvísing um kynslív er neyðug - bæði til tess at fyribyrgja kynssjúkum og at sleppa undan álvarsomum trupulleikum sum barnloysi, men eisini fyri at geva teimum ungu førleika til sjálvi at taka avgerðir, seta mørk og vera búgvin at skapa sær eitt sunt og gott kynslív, sigur Bjørt Samuelsen.
Internetið ávirkar
Løgtingskvinna Tjóðveldi minnir eisini á, at vandi er í hvørjari vælferð, tí meðan undirvísingin í skúlunum letur nógv eftir at ynskja, floymir tað við kunning um sex á internetinum. Og tað er langt frá bert av tí góða.
- Ofta er harðskapur og eyðmýking sentralir partar av innihaldinum, har genturnar verða settar fram sum ein vøra, man kann gera har nær sagt hvat sum helst við, eins og dreingirnir kunnu fáa eina mynd av, at bonsk framferð og harðskapur er vanligur partur av einum kynslívi. Hetta kann skeikla fatanina hjá teimum ungu av kynslívinum, sigur Bjørt Samuelsen.
Hon heldur, at stóri spurningurin er, hvørt ung fólk, sum standa á gáttini til vaksnamanna- og kynslívið, hava neyðugu filtrini at sortera og fyrihalda seg kritisk til handilsgjørda kynslívið, ella um tey eru í vanda fyri at fáa fatanina av at “soleiðis eigur ein at gera”.
- Hetta sera álvarsama evnið varð eisini umrøtt á norðurlendsku ráðstevnuni um Javnstøðu í skúlunum, sum varð hildin í Føroyum í fjør summar. Ein niðurstøða var, at skilagóð undirvísing og kjak í skúlunum kundi givið teimum ungu neyðuga mótvágina, so tey duga at taka dagar ímillum og at vera kritisk til floymin av kommersiellari upplýsing um kynslív, sigur Bjørt Samuelsen at enda í viðmerkingum sínum til fyrispurningin.