Føroyskir politikkarar royna elbussar

Í dag er eitt ferðalag úr Føroyum við umleið 20 fólkum í Roskilde og roynir nýggju elbussarnar har. Bussarnir hava roynst framúr væl, sigur Johan Mortensen

 

Í føroyska ferðalagnum eru millum annað Heðin Mortensen, samferðslumálaráðharri, Magni Arge, fólkatingsmaður, Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík og Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavík. Sirið Stenberg, orkumálaráðharri, og Annika Olsen, borgarstjóri í Havn, skuldu eisini vera við, men tær máttu geva avboð. Onnur umboð fyri orkumálaráðið og fyri Tórshavnar kommunu eru tó við. Eisini eru umboð fyri SEV, Strandfaraskip Landsins og fyri føroyskar bussútbjóðarar, millum annað Askham Bussar, ið er størsti bussútbjóðari í Føroyum. 

##med2##
– Vit hava koyrt við bussunum, og teir roynast sera væl. Tað er eitt sindur serligt at koyra við teimum, tí teir eru heilt ljóðleysir. Teir hava nú koyrt í góðar tvær vikur í Roskilde, og tað hevur gingið framúr væl uttan nakrar trupulleikar, sigur Johan Mortensen, konsulentur, sum saman við Árna Jakobsen, stjóra í SMJ, hevur fyriskipað ferðina hjá føroyingunum. 

Kinverjar gjørdu eitt modell av Roskilde og royndu tað av í Kina. Ein løðistøð er eisini gjørd, har bussarnir verða løddir um náttina. 

Býbussarnir í Roskilde hava árliga koyrt 1,3 milliónir kilometrar. Nú bussarnir hava broytt orkukeldu frá diesel til el, sparir kommunan væntandi 1.400 tons CO2 árliga.

Roskilde er fyrsti býurin í Danmark, har allir bussarnir eru elbussar.

##med3##

Bussfelagið Umove vann útbjóðingina í kommununi, og komandi 12 árini fara teir at syrgja fyri bussferðsluni í Roskilde kommunu. 

– Kinverjar eru ótrúliga frammarlaga innan hetta økið. Tað er heilt víst, at elbussar verður framtíðin, sigur Johan Mortensen.

Myndir: Johan Mortensen

##med4##

##med5##