Í kvøld hevur føroyska songkvinnan Guðrið Hansdóttir framførslu í Spaniastovu í Klaksvík.
Guðrið Hansdóttir hevur seinastu tíðina verið búsitandi í Íslandi, har hon hevur spælt nógv, men hon hevur eisini verið á ferð aðrastaðni í Europa við sínum tónleiki. Í løtuni arbeiðir hon við síni fjórðu solofløgu, sum kemur út í heyst.
Á konsertini í Spaniastovu í kvøld fer eisini finski bólkurin Hi Lo and In Between at spæla. Tey spæla fólkatónleik blandað við poppi og syngja bæði á finskum og enskum. Tey hava eisini verið á fleiri tónleikaferðum í Europa.
Bæði Guðrið Hansdóttir og Ho Li and In between eru knýtt at týska plátufelagnum "Beste! unterhaltung".
Konsertin verður í kvøld kl. 22.00