Føroyskir línubátar góðar íslandstúrar

Eysturoyingur gjørdi ein fínan túr undir Íslandi, Hann landaði hósdagin og er nú farin avstað aftur, antin undir Føroyum ella til Íslands, skiparin hevði ikki tikið støðu til hetta seint seinnapartin í gjár.

 

Eysturoyingur gjørdi ein fínan túr undir Íslandi, Hann landaði hósdagin og er nú farin avstað aftur, antin undir Føroyum ella til Íslands, skiparin hevði ikki tikið støðu til hetta seint seinnapartin í gjár.

Vit tosaðu við skiparan, Virgar Hentze av Eiði í telefonini hósdagin seinnapart, meðan ísurin fór skramblandi niður í lastina.

-Jú, fiskiskapurin hendan túrin var heilt í lagi. Vit settu seks og eina hálva setu og fingu 100.000 pund. Vit royndu í Breiðmerkardýpinum við Ingolfshøfn. Vit skundaðu okkum yvir nú, tí seinni er so nógvur toskur har á leiðini, at tað kann verða ringt at halda seg innan ásetingina í hvussu nógv ein skal hava av hvørjum,sigur Virgar Hentse.

Eysturoyingur eigur eina kvotu upp á 200 tons í íslendskum sjógi og við fyrsta túrinum hava teir veitt ein fjórðing.

-Vit plaga at fordeila túrarnar yvir árið, alt eftir hvussu fiskitíðin er og hvussu tað annars liggur fyri heima í Føroyum. Tað er ongantíð trupulleikar at fiska íslandskvotuna upp, men tað kann vera eitt sindur torført við lutfallinum millum tosk og hjáveiðu. Tað kann vera ringt at fiska og samstundis ansa eftir ikki at fáa ov nógv at toski. Tað má ikki vera meira enn 22 prosent av toski í lastini, sigur Virgar Hentze.

Umframt Eysturoying vóru tvey onnur føroysk skip undir Íslandi seinasta túr. Tey vóru Sigmundur og Vestfreezer.