Byggivinnan
Byggivinnan í Føroyum rópar neyðarróp. Onkur sigur enntá, at byggivinnan er er við sjeymílafetum á veg ímóti eini kreppu.
Orsøkin er, at føroyskir handverkarar streyma av landinum, tí teir fáa nógv betri sømdir uttanlands.
Av tí sama er stórt trot á handverkarum í Føroyum.
Talan er bæði um timburmenn, rørleggjarar, málarar og onnur sløg av handverkarum.
Men tað seinasta er, at Føroya Land er við at verða fullkomiliga drenað fyri elektrikarar.
Orsøkin er, at tað er sera stórt trot á elektrikarum í norsku oljuvinnuni.
Norska oljuvinnan bjóðar føroyskum elektrikarum arbeiði í stórum tali og tað eru heilt nógvir, sum taka av tilboðnum.
Men tað er ikki so løgið, tí teir fáa sera góðar sømdir.
Teir arbeiða í tvær vikur og hava so frí í tríggjar vikur. Men tá hava teir eisini góðar 20.000 krónur eftir, tá ið skatturin er goldin.
Ein av teimum, sum sendir nógvar handverkarar til Noregs, er Pam Offshore.
Stjórin har, Magnus Magnussen, sigur, at í løtuni hava teir 33 føroyskar elektrikarar í oljuvinnuni Noregi.
Og tað skilst á honum, at tørvurin er alsamt at fleiri og fleiri og fleiri.
Tá ið vit spyrja hann, um hald er í tíðindunum um, at norðmenn kunnu bjóða hvørjum einasta elektrikara í Føroyum arbeiði, sigur hann, at tað gongur tann vegin....
Í næstum skulu eisini føroyskir sveisarar sendast til Noregs.
Samstundis arbeiða aðrir veitarar við at senda uppaftur fleiri handverkarar til Noregs, bæði elektrikarar og aðrar handverkarar.
Orsøkin er sjálvsagt, at tað er sera nógv at gera í norsku oljuvinnuni. Men orsøkin er eisini tann, at føroyskir handverkarar hava sera gott orð á sær, tí teir eru álítandi, arbeiðssamir og vælgjørdir.
Magnus Magnussen ásannnar, at hetta kann fáa avleiðingar við sær fyri byggivinnuna í Føroyum.
Men so mugu føroyingar hugsa øðrvísi og royna aðrar loysnir.
- Men hetta er alheimsgerðin og fara føroyskir handverkarar uttanlands, verður neyðugt at fáa útlendskar handverkarar til Føroyum.
Í øllum førum heldur hann, at tað eigur at bera til hjá føroysku byggivinnuni at fáa útlendskar handverkarar.
- Men so nyttar ikki at tað skal taka mánaðir og ár at avgreiða umsóknir um arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum, leggur hann afturat.