Sum vit skriva longur niðri á Portalinum hevur ein vandamikil gassleki verið á Amager í Keypmannahavn, eftir at salpetur fór at leka úr einum tanga
Virkið, haðani lekin stavar, er næsti granni Oyrasundskollegiet, har ein hópur av føroyingum býr.
Ein teirra er Rógvi Nybo, men hann sigur, at tey hava púra onki merkt til nakað sum helst.
- Lotið liggur burtur frá studentabýlinum, so vit hava einki merkt, sigur hann.
Hann sigur, at salpeturið, sum er likið út er fingið upp aftur og í løtuni eru tey í ferð við at súgva tað upp í ein tanga.
Talan er um eitt virki, sum ger heilivág og tað skilst, at salpetur verður brúkt í framleiðsluni.