Nýggjasta navnið á Fjarðafestivalinum er Magni Christiansen
Flestir føroyingar kenna navnið Magni Christiansen. Hesin kovboy´arin hevur nú í mong ár verið sera væl dámdur millum føroyingar. Magni hevur útgivið heili fimm fløgur, og hava hesar eisini verið sera væl móttiknar.
Men tað heilt serliga vid seinastu útgávuni, er at hon er upptikin í sjálvum kontry heimstaðnum Nashville saman við heimsins bestu kontrytónleikarum.
Magni Christiansen fer at framføra við sera góðum tónleikarum aftrat sær, so tað er ikki at gloyma kovboyhattin og stivlarnar, tá Magni og bólkur hansara fara at spæla kontry í Skálabotni.