Føroyskar røddir í íslendskari dómkirkju

Sunnudagin var Dómkirkjan í Reykjavík karmur um góðan føroyskan kórsang til gudstænastuna, har Vestmanna Kirkjukór luttók og føroyingur, sum er prestur og áður hevur verið prestur í Íslandi, hevði inngangsbønina.

Í annaðkvøld fer Vestmanna Kirkjukór, sum í hesum døgum er á konsertferð í Íslandi, aftur at syngja í Dómkirkjuni í Reykjavík.

Portalurin hevur fingið nakrar myndir sendandi úr Íslandi, sum vit leggja út saman við hesum greinastubba. Myndirnar eru tiknar í sambandi við føroysku luttøkuna í Dómkirkjuni í Reykjavík í gjár.

Kórleiðari hjá Vestmanna kirkjukóri er Erla Olsen, og við á ferðini í Íslandi eru 30 fólk.