Í løtuni eru trupulleikar hjá teimum, sum eru uttanlands við føroyskum fartelefonum. Sambært Føroya Tele uppliva kundar vánaligt ella einki fartelefonsamband uttanlands.
Eirikur Lindenskov
– Talan er bæði um data, sms og talu. Arbeitt verður upp á trupulleikan, sigur Føroya Tele, sum biður fólk halda teimum tilgóðar.