Føroyska sendistovuumboðanin

Fyrisspurningur til Søren Christensen, ríkisumboðsmann, um føroysku sendistovuumboðanina samsvarandi felagslýsingini undirritað í Fámjin 29. mars 2005

Fyrispurningur

 

 

Hevur Jóannes Eliasen skilt og endurgivið rætt úr ”Administrativ Samarbejdsaftale” í lesarabrævi í Dimmalætting hin 24. juli 2007, ella hevur hann púra misskilt alt tað, sum hann endurgevur ?

 

Verða føroyingarnir, sum virka á donsku sendistovunum, mettir sum sjálvstøðugur partur av sendistovuni, ella verða teir mettir ájavnt við danska ambassadukorpsið, og eru teir undir stjórn og ræði hjá danska ambassadørinum, og harvið danska uttanríkisráðnum, í hvørjum einstøkum føri ?

 

Er danska sjónarmiðið, at føroysku starvsfólkini eru fullgyldugur partur av danska starvsliðnum, soleiðis at skilja, at uttanríkisráðið lutfalsliga hevur minkað um sínar starvsetanir og harvið sínar útreiðslur í mun til ekspansiónina í føroyska partinum av korpsinum ?

 

Ber tað til hjá heimastýrisstjórn sum tí føroysku, at vera fullgylduga og formelt umboðandi á ambassadu niveau, og er føroyska skeltingin og flaggingin annað enn ein gestus, eitt politiskt og praktiskt góðtikið appendix, afturat tí ráðandi og stjórnandi donsku skeltingini og flaggingini, og kann orðingin um at starvsfólk verða send út á ”Kongerigets Danmarks udenrigsrepræsentationer til varetagelse af Færøernes interesser” skiljast øðrvísi, enn at so er, og hvat merkir orðingin, at føroyska umboðanin ”markeres på passende vis med skiltning, flagning m.m. ?

 

Anfinn Kallsberg staðfestir í samrøðu við Dimmalætting, at arbeiðsgevarin hjá føroysku sendiharrunum er uttanlandsdeildin í Tinganesi. Hvussu hongur hendan útsøgnin saman við felagslýsingini, harið skrivað stendur: ”At tey útsendu starvsfólkini skula fylgja donsku reglugerðini ”Instruks for Udenrigstjenesten” og eru hesum viðvíkjandi undirløgd leiðaranum á donsku sendistovuni (les: danska ambassadørinum) ?

 

Í sama viðfangi verður skrivað, at tey útsendu starvsfólkini skulu ganga undir ta fyrisitingarligu reglugerðina hjá donsku uttanríkistænastuni. Tað tykist sum kommandovegirnir eru ógreiðir, um hald er í tí uppáhaldi, at føroysku starvsfólkini virka beinleiðis undir uttanlandsdeildini í Tinganesi og harvið løgmanni ?

 

Hvussu verða tey fíggjarligu viðurskiftini greidd. Hevur føroyski parturin av donsku sendistovunum sín egna fíggjarcyklus, sín egna kassa, ella verður fyrst avroknað ímillum Føroya Landsstýrið og Danska Uttanríkisráðið, sum síðani tekur sær av lønarflytingum og útreiðslum annars, sum standast av hesi umboðan ?

 

Táið skrivað verður í grein 2 stk. 2, at ”Den stedlige repræsentationschef kan sikre, at Kongeriget Danmarks samlede interesser ikke tilsidesættes”, hvussu skal hetta tá skiljast. Standa føroysk og donsk áhugamál upp ímóti hvørøðrum, hvørjar eru tá Kongeriget Danmarks samlede interesser ?

 

Hvør er munurin í diplomatstatus hjá føroysku sendistovufólkunum í Reykjavík - í mun til starvsfólkini í Brússel og London ?

 

Er ráðandi hugsanin í donsku uttanríkistænastuni onnur enn hon, at føroysku umboðini eru heilur partur av donsku umboðanini, munurin sum er íkomin er bara, at føroyska heimastýrisstjórnin er farin undir at fíggja ein part av danska ambassadukorpsinum, og hevði tað undir verandi politisku viðurskiftum landanna millum, latið seg gjørt, at føroyska heimastýrisstjórnin gjørdi líknandi ambassaduvtalu við annan stat enn hin danska ?

 

 

 

Viðmerkingar :

 

29. mars 2005 skrivaðu løgmaður Føroya, Jóannes Eidesgaard og uttanríkisráðharri Danmarkar, Per Stig Møller undir eina ”Fælles principerklæring mellem Danmarks Regering og Færøernes Landsstyre om Færøernes medvirken og inddragelse i udenrigs- og sikkerhedspolitikken”. Felagslýsingin verður í dagligari talu rópt Fámjinsskjalið. Hendan sama dagin skrivaðu báðir partar undir tað, sum kallað verður ein ”Administrativ samarbejdsaftale.” Í øðrum parti: ”Samarbejde på repræsentationerne” er gjørd politisk sátt um, hvussu Føroyar kunna virka í sendistovuhøpi. Samstundis sum hetta er ein politisk viðurkenning av, at danir reka uttanríkispolitikk vegna Føroyar, eru ásetingar um, hvussu føroyingar kunna virka í tí harav fylgjandi diplomatiska rúminum, m.a. á donsku sendistovunum í øðrum londum.

 

Nakað fyri Ólavsvøku, 24. juli 2007, dittar ein leirvíkingur, Jóannes Eliasen, sær til at hava eina meining um hesi viðurskifti. Hetta átti ikki at verið nakar trupulleiki í landi, sum í hvussu er heldur seg hava knæsett talufrælsið. Præambulin í greinini er bein endurgeving úr samstarvssáttmálanum hjá Per Stig og Jóannesi frá 29. mars 2005. Eliasen skrivar um føroysku arbeiðstreytirnar á donsku sendistovunum:

 

 

starvsfólk verða send út á ”Kongeriget Danmarks udenrigsrepræsentationer til varetagelse af Færøernes interesser” á yvirtiknum málsøkjum.

 

tey útsendu starvsfólkini skulu ganga undir ta fyrisitingarligu reglugerðina hjá donsku uttanríkistænastuni.

 

tey útsendu starvsfólkini skulu fylgja donsku reglugerðini ”Instruks for Udenrigstjenesten” og eru hesum viðvíkjandi undirløgd leiðaranum á donsku sendistovunum (les: danska ambassadørinum.)

 

á ikki yvirtiknum málsøkjum verða tey útsendu starsfólkini kunnað um sendistovunar arbeiði.

 

á yvirtiknum málsøkjum arbeiða tey útsendu starvsfólkini eftir boðum frá Løgmansskrivstovuni.

 

tey útsendu starvsfólkini senda í egnum navni sínar frágreiðingar og fráboðanir til Løgmansskrivstovuna innan teirra arbeiðsøki, tó soleiðis, at leiðarin á donsku sendistovuni verður hildin kunnaður um virksemi teirra.

 

Leiðarin á donsku sendistovuni kann tryggja, at áhugamálini hjá Kongsríki Danmarks ikki verða skúgvað til viks.

 

 

Í hesum kutum hevur hann tikið sjálvan grundsubstansin fram í avtaluni. Og tað fær valla verið rættari endurgivið. Greinin hevur annars eina politiska løðing, og eftir at hann hevur lagt omanfyrinevnda sum botn í lesarabrævið, í Dimmalætting, ger hann sær nakrar hugsanir um hesi viðurskifti, og ongin sum kennir Jóannes Eliasen og hansara politiska observans gerst kløkkur av, at hann við hond og fót verjir tey føroysku tjóðskaparpolitisku sjónarmiðini. Og táið hann skrivar um skelting, flagging o.s.fr., so er tað ikki tikið úr leysum lofti heldur. Tað stendur jú orðarætt í notu 2 til grein 2 stk. 3: ”Denne bestemmelse tilsigter at give Udenrigsministeriet mulighed for at imødekomme et færøsk ønske om udstationering af medarbejdere såfremt det af bl.a. pladsmæssige grunde ikke kan lade sig gøre på hensigtsmæssig måde i det eksisterende kancelli. En forudsætning herfor er imidlertid at der kan findes en økonomisk og praktisk forsvarlig løsning, samt at lokalerne ud fra sikkerhedsmæssige og andre hensyn er anvendelige som kancelli. Det forudsættes at lokalerne i enhver henseende fremtræder som en del af Kongeriget Danmarks repræsentation, også med hensyn til skiltning, flagning, m.m.”

 

Ongin, sum lesur hetta, kann fáa aðra fatan burturúr, enn at danska uttanríkistænastan hevur flýggjað føroyingum ein møguleika fyri at senda starvsfólk til danskar sendistovur í fremmandum londum. Sum í at kalla øllum lutum, yvirtikin mál tó partvíst undantikin, virka ájavnt og undir somu treytum sum donsku starvsfelagar teirra. Og yvirræðið er danski ambassadørurin í hvørjum einstøkum føri. Tað lýsir út úr avtaluni. Hendan fatanin verður bara styrkt uppaftur meira, táið tað í uttanríkispolitisku heimildarlógini verður staðfest, at eittans tjóð er í Danmarkar Kongsríki, tann danska.

 

Tað gingu bara fáir dagar, eftir at greinin var publiserað í Dimmu, so tók gamli skipasmiðjustjórin og fyrrverandi íslendski konsulin í Føroyum, Poul Mohr, blaðið frá munninum. Hann setir fram tveir spurnignar til núverandi og fyrrverandi løgmann, Jóannes Eidesgaard og Anfinn Kallsberg. Teir eru stuttir og greiðir.

 

 

Hevur Jóannes Eliasen skilt og endurgivið rætt úr hesum skjali, ella hevur hann púra misskilt alt tað, sum hann endurgevur?

 

Tað hevur eisini áhuga at fáa at vita, hvar og hvussu útreiðslurnar til okkara umboðan í Brússel, London og Reykjavík – lønir, skrivstovuhald o.a. – verða goldnar.

 

 

Tað gekst illani hjá Poul at fáa nakran av politisku oddvitunum á tal. Tvær vikur seinri royndi hann aftur í lesarabrævi at vekja teir báðar Jóannes og Anfinn upp til dáð. Løgmaður hirdi eftir øllum at døma ikki at svara honum, ímeðan fyrrverandi formaður Fólkafloksins og løgmaður frá 98-04, Anfinn Kallsberg, ger eina roynd at svara í vestur meðan Poul spyr í eystur. Tað einasta Poul spyr, er um Jóannes Eliasen hevur skilt og endurgivið rætt úr ”Administrativ Samarbejdsaftale” frá 29. mars 2005. Hesum spurningi megnar ella vil Anfinn Kallsberg sjálvandi ikki svara. Hóast hann veit betur. Jóannes Eliasen hevur bara siterað slaviskt úr felagslýsingini. Eliasen hevur ikki grett orðið um tey fíggjarligu viðurskiftini í upprunagreinini, tann parturin er íkomin av eini hampuligari áheitan frá Poul Mohr, um at fáa tað høpið útgreinað eisini.

 

Jóannes Eliasen ger eina tulking av sendistovumálinum sum vanligur borgari í Føroyum. Hann markerar ikki í greinini hvørt hann umboðar nakran annan enn seg sjálvan. Tað heldur tó ikki danska riddaranum Anfinni Kallsberg frá, óforskammað, at leggja eftir honum í Dimmalætting hóskvøldið 9. august 2007, í viðtali við Torkil V. Rasmussen, blaðmann, har hann sigur, at tað sum hann (Eliasen) hevur ført fram, er tað vanliga tjóðveldismøsnið um at tulka danskar lógir, sum eisini eru galdandi í Føroyum, og harvið skapa konfrontatiónir landanna millum. Síðani sigur hann at sendistovurnar í Brússel, London og Reykjavík eru merktar við føroyska spjaldrinum og Merkið veitrar uttanfyri. Til endans leggur hann dýran við, at hesin praksis, sum nú er uppstaðin, er tryggjaður í Fámjinssáttmálanum. Trupulleikin hjá øllum sum tíma at lesa hendan sáttmála er bara, at hann staðfestir beint tað øvuta av tí sum Anfinn Kallsberg nú sigur hann at gera.

 

Um tey fíggjarligu viðurskiftini sigur hann heilt til endans, at allir sendimenn og sendifulltrúar eru settir av Føroya Landsstýri, og løn teirra og aðrar útreiðslur verða goldnar av føroyska skattgjaldaranum yvir føroysku fíggjarlógina. Arbeiðsgevarin hjá sendiharranum er uttanlandsdeildin í Tinganesi, har Føroya løgmaður hevur politisku avgerðina og ábyrgdina, slær Kallsberg fast. At útreiðslurnar verða goldnar úr føroyska landskassanum vita øll, spurningurin er heldur hvussu verður avroknað við danska uttanríkisráðið í hesum diplomatiska maskinaríi, sum nú er farið at ganga heitari enn áður.

 

Ríkisumboðsmaðurin er umboð danska statsins í Føroyum. Harvið umboðið fyri ta stjórn, sum til eina og hvørja tíð situr við valdinum í Danmørk. Hann hevur ikki atkvøðurætt men harafturímóti møti- og talurætt á Føroya Løgtingi. Hann umboðar annan partin, sum hevur undirskrivað Famjinsskjalið og fylgiskjølini, tí verður hesin spurningur settur fram, fyri at fáa greiði á hvussu hann og tey sum hann umboðar í Føroyum, skilja spurningarnar, sum eru komnir upp í kjalarslóðini á orðaskiftinum, eftir at leirvíkingurin Jóannes Eliasen dittaði sær at hava eina meining um føroysku sendistovuviðurskiftini í fremmandum londum, og hvussu tey hanga saman við sendistovupolitikkinum hjá danska statinum og uttanríkisráðnum danska annars, við støði í Fámjinsskjalinum.