Løgreglan í Føroyum vil nú hava brotsmannin, sum stakk skiparan á Tórsvík niður, til Føroya at verða rættarfylgdur. Hetta skrivar norska blaðið VG Nett
Bergleif Brimvík, leiðari á kriminaldeildini, sigur við VG Nett, at løgreglan í Føroyum er í samráðingum við ta norsku løgregluna og fer at senda áheitanina avstað í dag. Orsøkin til, at løgreglan vil hava mannin útflýggjaðan til Føroya er, at tilburðurin fór fram umborð á einum føroyskum skipi í altjóða sjógvi.
Við VG Nett sigur Bergleif Brimvík, at føroyska løgreglan fer at halda fram við kanningunum av málinum, sum norska løgreglan higartil hevur gjørt. Men løgreglan í Føroyum hevur enn ikki fingið rapportirnar um málið frá norsku løgregluni, so tey vita ikki nógv um, hví og hvussu hesin tilburður fór fram.
Brotsmaðurin, sum er frá Filippinunum, varð handtikin av norsku løgregluni, tá Tórsvík kom inn á Kristiansund. Um áheitanin frá føroysku løgregluni og brotsmaðurin gongur við til at verða útflýggjaður til Føroya, er møguleiki fyri, at hann longu kom til landið hóskvøldið, sambært VG Nett.
Skiparin á Tórsvík fekk álvarsama løstir av tilburðinum, men er ikki í lívsvanda. Norska løgreglan fer at avhoyra hann, so skjótt sum hann er komin seg. Hann hevur sambært tíðindaskrivi havt vitjan av teimum nærmastu, og umboð fyri reiðaríið eru bjørtskygd um støðuna.
Tað eydnaðist okkum ikki at fáa ein viðmerking frá Bergleifi Brimvík, áðrenn blaðið fór til prentingar.