Seinasti í 19. øld og upp í 20. øld fluttu nógvir føroyingar til Íslands í styttri og longri tíðarskeið at arbeiða í fiskivinnuni har. Serliga vóru tað bygdirnar á Eysturlandinum, sum merktu til føroysku innrásina.
Nú hevur Háskóli Íslands gjørt eina myndaframsýning um hesar mongu føroyingar, kvinnur og menn, sum komu til Íslands at arbeiða í fiski. Myndirnar eru tiknar umleið ár 1930. Heitið á framsýningini er Føroyingar áttu stóran leiklut.
Stéfan Andri Gunnarsson, sum hevur savnað myndirnar, sigur við Vísir, at túsundtals føroyingar vóru í Íslandi um hetta mundið og høvdu stóra ávirkan á lívið á Eysturlandinum.
Samrøðan, sum Vísir gjørdi við Stéfan Andri Gunnarsson er at síggja her.